Uttanlands

Trot á brennievni í Russlandi - heita á fólk um at arbeiða heima

Orsøkin er ukrainsk álop á oljuverk

Bíðirøð á bensinstøð í Moskva (Mynd: Igor Ivanko/AFP/Ritzau Scanpix)

Bíðirøð á bensinstøð í Moskva (Mynd: Igor Ivanko/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-07-12 16:03 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Síðan juni hava yvir 90 prosent av russiskum landslutum upplivað órógv í veitingini av brennievni og trot á brennievni orsakað av ukrainskum álopum á russisk oljuverk.

Myndugleikarnir í russiska landslutinum Novosibirsk heita tí á borgarar um at arbeiða heima og minka um bilnýtslu. Tað framgongur í kunngerð, sum varð útgivin í vikuni.

Trotið á brennievni hevur elvt til skamtan á bensinstøðum og forboð ímóti at fylla í bensindunkar, skrivar Ritzau.

Eisini í landslutinum Tomsk hava myndugleikarnir heitt á borgarar um at arbeiða heima. Embætisfólk hava eisini fingið boð um at fundast umvegis netið.

Russiski forsetin, Vladimir Putin hevur viðgingið, at trot er á brennievni í Russlandi, men hann hevur eisini sagt, at tað ikki er álvarsligt.

Les eisini: Putin viðgongur trot á brennievni

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder