Uttanlands

Putin viðgongur trot á brennievni

Ukrainar hava lopið á russisk oljuverk, og hevur Russland tørv á betri loftverjuskipanir, sigur russiski forsetin

Russiski forsetin, Vladimir Putin (Mynd: Gavriil Grigorov/AFP/Ritzau Scanpix)

Russiski forsetin, Vladimir Putin (Mynd: Gavriil Grigorov/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-06-29 14:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Russiski forsetin, Vladimir Putin viðgekk um vikuskiftið, at tað er eitt ávíst trot á brennievni í Russlandi.

Orsøkin er ukrainsk álop á oljuverk langt inni í Russlandi.

Tá lopið verður á týðandi undirstøðukervi, og serliga orkuundirstøðukervi, elvir tað sjálvandi til trupulleikar, sigur russiski forsetin.

– Í løtuni uppliva vit eitt ávíst trot, men tað er ikki álvarsligt, sigur hann sambært Ritzau.

Russiska stjórnin arbeiðir, sambært Putin, við at loysa trupulleikan.

Fyrsta uppgávan verður at fáa gongd á framleiðslu av betri loftverjuskipanum fyri at steðga slíkum álopum, sigur hann.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder