Útsøgnin hjá Donald Trump kemur stutt eftir, at avtala varð gjørd millum USA, Grønland og Danmark um framtíðar samstarv. Nú ger forsetin greitt, at Grønland hevur avgerandi týdning fyri USA, tí landið goymir tær størstu nøgdirnar av olju og gassi í øllum heiminum. Hann skrivar á Truth Social, at leiting verður nú fyrireikað.
Tað er her í Jamesonland í Eysturgrønlandi, at USA ætlar at bora eftir olju og gassi.
-Ein stórsligin leiting eftir olju, gassi og minealum verður nú fyreikað í okkara nýggja og vakra Grønlandi sum hann málber seg.
Eygleiðarar siga, at einki nýtt er í hesum málinum, tí ein umsókn frá amerikonskum oljufeløg varð latin grønlendskum myndugleikum fyri tíð síðani.
![]()
Hon verður viðgjørd nú. Grønland setti annars bann móti oljuleiting fyri nøkrum árðum síðani m.a. orsakað av umhvørvisávum.
Eitt amerikanskt felag við heimstaði í Texas og við stigtakara, sum er væl við Trump, søkti fyri árum síðani um leitiloyvi. Tað hevur longu flutt boriútgerð til staðið í Eysturgrønlandi, har tað ætlar at bora, men bíðar nú eftir svari frá grønlendskum myndugleikum.
Seinasta nýggja í málinum er viðmerking frá grønlendskum myndugleikum til skrivingina hjá Donald Trump. Har verður sagt, at einki nýtt er í tí, at USA ynskir at leita eftir olju og viðgera myndugleikarnir umsókn frá amerikonskum felag, men at tað fer at taka sína tíð at viðgera slíka. Víst verður eisini til, at finst olja í stórum nøgdum liggur hon langt niðri í undirgrundini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald