Uttanlands

Trump forseti vitjar bretska oljuhøvuðsstaðin 

Eftir innbjóðan frá bretsku stjórnini er amerikanski forsetin nú komin til Aberdeen. Hann valdi sjálvur at byrja vitjan sína í bretska oljuhøvuðsstaðnum. 

2025-07-25 23:35 Author image
Jan Müller
placeholder

Við vitjan síni í Aberdeen vil amerikanski forsetin vísa sín stuðul til bretska olju- og gassvinnu. Samtíðis vil hann eisini gera vart við sína mótstøðu móti royndunum at menna orkuvinnuna við vindmyllum. 

Energy Voice skrivar, at Trump fer at byrja bretsku vitjan sína við at umrøða orkumál við bretska forætisráðharran Keir Starmer og skotsta fyrstaráðharran John Swinney. 

Donald Trump hevur leingi víst sína mótstøðu móti vindmyllum nettupp í Skotlandi, har hann eigur ein golfvøll. Tá myndugleikarnar góvu loyvi til at byggja vindmyllur nærhendis golfvøllinum hjá Trump fór hann í hernað móti mydugleikunum fyri at steðga vindmylnuætlanunum, sum hann segði fóru at skaða áhugan hjá fólki at spæla golf á hasara golfogn. 

Hetta var so bert byrjanin til hansara mótstøðu móti vindmyllum. Nú hevur hann sum forseti gjørt hetta stríð til eina av sínum merkisøkum og hevur longu sett fót fyri stórum útbyggingum av vindorku í USA.  

Hóast vitjanin í Bretlandi snýr seg um annað enn vindmyllur, olju og gass, so fyllur hetta nógv í miðlunum. Bretska stjórnin hevur leingi verið rættiliga negativ móti oljuleiting og útbyggingum av oljuleiðum, og hetta er nakað, sum amerikanski forsetin ynskir at taka upp við bretsku myndugleikarnar skrivar Energy Voice. 

Trump sigur, at hann við vitjan síni vil gera sítt til at fáa myndugleikarnar í Bretlandi at taka eina meira jaliga støðu til olju og gass, sum áður hava verið grundarlagið undir bretskum orkupolitikki. 

Hóast Trump er ímóti vindmyllum eru eingi tekin til, at bretskir myndugleikar fara at broyta orkupolitikkin á hesum øki, heldur tvørturímóti er menning av vindorku vorðin ein av kjarnunum í framtíðar bretska orkupolitikkinum. 

Umboð fyri bretska orkuvinnu vóna tó, at vitjanin av amerikanska forsetanum kann ávirka skattingina av bretsku olju- og gassvinnuni, sum er ein tann hægsta í heiminum. Umboð fyri vinnuna siga sambært Energy Voice, at tey vóna, at Trump kann fáa bretska forsætisráðharran at hyggja at skattaskipanini aftur, soleiðis at hon ikki gerst ein forðing fyri menning.  

Hóast skotskir miðlar gera nógv burtur úr, at amerikanski forsetin hevur valt at vitja oljuhøvuðsstaðin Aberdeen, so stendur nógv annað á skránni fyri vitjanina og her ikki minst tollpolitikkurin hjá Trump. Hann skal tí eisini  hitta ES forkvinnuna. Vitjanin varir í 5 dagar. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder