Tað er ikki lukkuligt at koma uppá tvørs av Donald Trump, forseta. Tað hava so mong sannnað, síðani hann gjørdist forseti fyri góðum ári síðani, og tað má nú eisini stjórin í amerikanska oljufelagnum ExxonMobile, Darren Wood sanna, nú hann er ósamdur við Trump um, hvussu skjótt og lætt tað verður hjá USA at fara eftir og økja oljuframleiðsluna í Venesuela.
![]()
Trump sigur sambært The New York Times og Bloomberg, at um Exxon ikki vil lurta eftir sær og ætlanini at fara undir oljuframleiðslu í suðuramerikanska landinum, so kann felagið siga farvæl til henda møguleikan. Tað fær rætt og slætt ikki loyvi til at vera partur av amerikonsku “oljuinnrásini” í Venesuela.
![]()
Tað var nú um dagarnar, at Trump kallaði flestu av stjórunum fyri amerikonsk oljufeløg á fund í Hvítu Húsunum fyri at leggja til rættis amerikanskt oljuvirksemi í Venesuela eftir handtøkuna av forsetanum Maduru og tøkuna av fleiri tangaskipum við olju úr Venesuela.
Trump leggur upp til, at oljufeløgini skulu brúka 100 mia. dollarar til at endurbyggja undirstøðukervið og oljuídnaðin í Venesuela. Inntøkurnar skulu so býtast millum feløgini, USA og Venesuela. Forsetin umhugsar eisini at leggja hald á ella taka stýringina av almenna oljufelagnum í Venesuela.
![]()
Eftir fundin gjørdi stjórin í Exxon tó greitt, at felagið fór ikki uttan víðari at gera stórar íløgur í Venesuela. Fyrst mátti tað fáa váttan fyri, at trygdin eins og treytir og lógir vera støðug og í lagi.
![]()
Darren Wood vísti á, at Exxon hevur longu verið partur av oljuvirksemi í Venesuela heilt aftur frá 1942 og tvær reisir hevur forsetin í landinum tjóðartikið allar oljuognirnar.
![]()
-Vit vilja tryggja okkum, áðrenn tað fer at henda enn einaferð, at stjórnin ikki tjóðartekur ognirnar ella setir óhóskandi treytir.
Nú ger Trump greitt, at við hesi støðu kann Exxon missa møguleikan at sleppa upp í part at fáa oljuloyvi í Venesuela. Exxon hevur svarað, at tað er tilreiðar at senda ein bólk við tøkningum at hyggja at støðuna í landinum.
![]()
Tað eru tó onnur oljufeløg, sum er meira jalig. Eitt teirra er Chevron, ein av størstu kappingarneytunum hjá Exxon, og sum er eitt av teimum fáu amerikonsku oljufeløgunum, sum framvegis arbeiðir í Venesuela. Tá onnur feløg tóku seg aftur helt Chevron fram við sínum virksemi. Leiðslan í Chevron sigur, at hon roknar við at kunna tvífalda framleiðsluna, sum er uppá 250.000 tunnur, eftir 18-24 mánaðum.
![]()
Stóri spurningurin er nú, hvørjar ætlanir amerikanski forsetin hevur við oljuni í Venesuela. Flestu eygleiðarar eru samdir um, at høvuðsorsøkin til handtøkuna av Maduru og innrásina í landinum var at fáa óavmarkaða atgongd til heimsins størstu oljugoymslur.
Ein onnur orsøk til, at Trump vil leggja seg á oljuídnaðin í Venesuela er eisini geopolitisk. Kina, sum hevur keypt 80% av oljuni í landinum eins og hevur gjørt stórar íløgur í undirstøðukervið, hevur nú fingið durafjórðingin, nakað, sum er í tráð við amerikanskan uttanríkispolitikk, har man ikki vil hava sína fíggindar ts. Kina og Russlandi í sínum nærumhvørvi.
![]()
Aftrat hesum kemur eisini, at USA við at fáa nærum yvirvaldsrætt til oljuna í Venesuela, rakar enn ein fígginda í nærumhvørvinum, nevniliga Cuba dygt. Cubanski búskapurin byggir í dag nærum bert á bíliga ella ókeypis olju landið hevur fingið frá Madurustýrinum í Venesuela. Tað er helst bara ein spurningur um tíð, til Cuba onkursvegna verður tvingað til at fara inn í eitthvørt samstarv við stóra grannan USA.
Við at taka grundarlagið undan russiska samstarvinum við Cuba og kinverska samstarvinum við Venesuela kann verða spurt, um USA ikki hevur megnað at sláa tvær flugur í einum.
Seinasta nýggja er, at tað finnast fleiri onnur oljufeløg enn tey amerikonsku, sum vilja átaka sær váðan at gera íløgur í Venesuela. Tvey teirra, sum longu hava fótin innanfyri, eru hálendska Vitol og Tafigura úr Singapore, sum siga seg vilja víðka um sítt virksemi har. Eisini feløg í Evropa so sum Shell og BP hava víst áhuga at gerast partur av sonevnda venesulendska oljuævintýrinum.
Enn ein stórur ivaspurningur í øllum hesum málinum er grøna orkuskiftið. Vælvitandi, at USA undir Trump als ikki vil vita av grøna orkuskiftinum, tá vil øking av oljuframleiðsluni í Venesuela, verða sum brenni á bálið sæð við grønum eygum. Tá kann oljan gerast so mikið bílig, ja heilt niður á 50 dollarar fyri tunnuna, at hon tá er kappingarfør við grønar orkuloysnir. Hetta er eisini málið hjá Trump, men paradoksið við hesum er, bara at við einum so lágum oljuprísi kunnu risastórar íløgur hjá oljufeløgunum, vera við til at taka grundarlagið undan teirra egna virksemi, um hesin oljuprísurin ikki kann forrenta íløgurnar.
Keldur: New York Times, Washington Post, Bloomberg, Reuters, BBC, E24, DR og NRK.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald