Uttanlands

Trump: Ukraina orsøkin til dieseltrot

Seinastu tíðina hevur Ukraina framt álop á oljureinsiverk í Russlandi, og amerikanski forsetin hevur heitt á ukrainska forsetan um at steðga við slíkum álopum.

Amerikanski forsetin, Donald Trump (Mynd: Paul Faith/AFP/Ritzau Scanpix)

Amerikanski forsetin, Donald Trump (Mynd: Paul Faith/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-09-14 09:01 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ukraina skal steðga við at leypa á oljuvinnuna í Russlandi, sigur amerikanski forsetin, Donald Trump.

Trump sigur, sambært Ritzau, at tað er kríggið millum Ukraina og Russland, sum er orsøkin til trot á diesel og ikki kríggið millum USA og Iran.

Seinastu tíðina hevur Ukraina fleiri ferðir lopið á oljureinsiverk í Russlandi. Tað hevur havt við sær trot á brennievni í stórum parti av Russlandi, og tí avgjørdu russiskir myndugleikar í juli at avmarka útflutningin av diesel.

Amerikanski forsetin sigur, at hann hevur biðið ukranska forsetan, Volodymyr Zelenskyj um at steðga við at fremja slík álop.

– Lat hann bara fara eftir málum men ikki diesel, sigur Trump.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder