Uttanlands

Trump við bretar: Haldið fram við oljuboringum

Amerikanski forsetin heitir nú á Bretland um at halda fra við at bora eftir olju í Norðsjónum og varðveita Aberdeen sum oljudepil

Amerikanski forsetin heitir á bretska forsætisráðharran um at seta ferð á aftur oljuleitingina í Norðsjónum, sum goymir olju til 100 ár aftrat.

Amerikanski forsetin heitir á bretska forsætisráðharran um at seta ferð á aftur oljuleitingina í Norðsjónum, sum goymir olju til 100 ár aftrat.

2025-05-25 21:02 Author image
Jan Müller
placeholder

Síðani Donald Trump tók við sum amerikanskur forseti hevur hann aftur og aftur lagt seg út í viðurskifti í øðrum londum. Hetta gjørdi hann stutt eftir forsetaskiftið, tá hann heitti á bretsku stjórnina um at gevast við vindorku og heldur seta ferð á oljuleitingina. Nú endurtekur hann áheitanina beinleiðis til bretska forsætisráðharran Keir Starmer sum liður í royndunum at menna samstarvið millum londini.

Trump skrivar á síni egnu heimasíðu, at neyðugt er hjá bretsku stjórnini at skunda undir boring í Norðsjónum fyri at broyta gongdina við alt ov høgum orkukostnaði. Hann skrivar, at vit fara framhaldandi at hava tørvn á olju í 100 ár aftrat og heitir á bretsku myndugleikarnar at venda vindorkuni bakið og heldur seta ferð á aftur oljuleiting og framleiðslu. Hetta er í tráð við hansara egna orkupolitikk í USA, har herróp hansara eftir valið hevur verið “Drill Baby Drill”.

Trump skrivar víðari, at hann er fegin um samráðingarnar við Bretland um handilavtalur og vónar, at hesar eisini hava við sær, at stjórnin fyri at minka um vaksandi orkuprísirnar við  at menna oljuleiting heldur enn at vilja dúva uppá vindmyllur. Tað finnast stórar nøgdir av olju í Norðsjónum leggur hann aftrat.

Donald Trump hevur eisini fleiri ferðir funnist at orkupolitikkinum hjá Labour stjórnini, sum leggur alt ov stóran dent á “Net Zero” málið, sum hann málber seg. Hetta stríðir annars beint ímóti “manifestinum” hjá Labour undan valinum at gera Bretland til “a clean energy superpower”, sum m.a. vil flyta íløgur frá olju og gassi til grøna orkuskiftið.

Í mun til fleiri onnur lond, sum hava “drigið í land” við sínum grøna politikki, so hevur bretski  orkuráðharrin Ed Miliband lagt doyin á at fremja skiftið til null útlát í 2050. Hetta inniber eisini eina minking av útlátinum uppá 81% longu í 2035. Til tess at røkka hesum máli hevur stjórnin gjørt av at steðga nýggjum leitiloyvum, men fer kortini ikki at taka aftur loyvi, sum longu eru latin. Annars hava bæði forætisráðharrin og fíggjarmálaráðharrin í bretsku stjórnini gjørt greitt, at tey fara at taka undir við framleiðsluloyvum, sum longu eru latin, nakað, sum gongur beint ímóti ætlanini hjá orkuráðharranum.

Útsøgnirnar hjá Trump koma í kjalarvørrinum á stórsigrunum hjá andstøðuflokkinum Reform UK, sum tykist fáa undirtøku frá stórum tali av serliga Labour veljarum, ið eru ónøgdir við eitt nú orkupolitikkin.  Nýggi leiðarin í Reform sigur við The Financial Times, at fær flokkurin valdið eftir næsta val, verður tað fyrsta hann fer at gera at steðga høpisleysa orkupolitikkinum hjá hesi stjórnini.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder