Innanlands

Turbina 1 í Botni er nú støðgað

Hetta var 1. apríl og eftir tænastu í nærum 60 ár. Turbinan verður nú tikin niður. Eftir ætlan koyra nýggjar turbinur í Botni á vári 2025

Turbina 1 koyrdi frá 30. oktober 1965 til 1. apríl 2024. Turbina 2 varð sett í gongd 20. mai 1966. Tað er í samband við dagføringingar av elverkinum í Botni er, at Pelton turbinan nú kundi takka fyri seg (Mynd: sev.fo)

2024-04-04 19:46 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tann 1. apríl kl. 23.15 steðgaði turbina 1 í Botni fyri seinastu ferð eftir trúgva og drúgva tænastu.

Tað skrivar SEV á heimasíðu sínari í dag

Turbinurnar í Botni hava koyrt stútt og støðugt í nærum 60 ár. Turbina 1 koyrdi frá 30. oktober 1965 til 1. apríl 2024. Turbina 2 varð sett í gongd 20. mai 1966.

Tað er í samband við dagføringingar av elverkinum í Botni er, at Pelton turbinan nú kundi takka fyri seg.

SEV skrivar, at arbeiðið at taka hana niður er byrjað. Um hálvan apríl verður turbina 2 eisini steðgað og tikin niður.

Eftir ætlan koyra nýggjar turbinur í Botni, ið liggur tætt við Vágs bygd, um hesa tíðina komandi ár.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder