Teir tríggir flokkarnir, SPD, FDP og tey Grønu vóna at semjast um seinastu smálutirnar í eini samstarvsavtalu í dag. Henda fevnir so eisini um at so líðandi at steðga kolanýtslu í orkuframleiðsluni fram til 2030.
Veðurlagspoltikkurin stendur sera frammaliga í avtaluni. Umframt at gevast við kolanýtsluni, so eru flokkarnir eisini samdir um, at gass ikki skal verða brúkt í orkuframleiðsluni frá 2040 veit Reuters at siga frá.
Forboð verður sett móti at brúka gass í upphitingini í nýggjum húsum. Frá 2035 verður ikki loyvt at selja bilar, sum brúka diesel og bensin. Hetta er í tráð við tað, sum ES hevur sett út í kortið. Tey Grønu høvdu ætlað at rokkið hesum máli fyrr.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald