Uttanlands

Týskland fer at byggja fleiri gassorkuverk  

Nýggja týska stjórnin ætlar at byggja fleiri gassorkuverk til tess at tryggja orkuveitingina, tá varandi orkukeldur ikki røkka til

2025-05-18 18:54 Author image
Jan Müller

- Okkum tørvar fjølbroytt gassorkuverk, sum kunnu veita streym, tá vindurin ikki blæsir og sólin ikki skínur. Og hetta hevur skund sigur nýggi búskaparráðharrin í Týsklandi,  Katherina Reiche. Sambært henni fer nýggja stjórnin skjótast møguligt undir  útbjóðing til bygging  av gassorkuverkum, sum tilsamans kunnu framleiða 20 gigawatt.

[object Object]

Reiche, sum hoyrir til konservativa kristindemokratiska flokkin hjá Friedrich Mertz kanslara, vísir til ógvusliga streymslitið í Spania og Portugal herfyri. -Tað vísti okkum, hvussu stóran týdning gassorkuverk kunnu hava sigur hon. Hon vísir eisini á týdningin at kunna keypa gass úr øðrum londum men sigur ikki hvørji. Norra hevur leingi verið ein týðandi veitari av gassi til Týskland.

Hóast umboð fyri bæði CDU og systurflokkin CSU hava tikið undir við menning av kjarnorkuni, so sær Reiche ongan møguleika at fara tann vegin aftur. -Vit hava sloppið okkum av við kjarnorkuna, og soleiðis verður tað. Har er eingin vegur aftur sigur hon.

Kelda: Finansavisen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald