Uttanlands

Týskland fyrireikar loft á gassprísin

 Týska stjórnin hevur seinnapartin gjørt greitt, at hon fer at seta í verk loft á prísirnar, sum brúkararnir skulu gjalda fyri gass. 

2022-09-29 17:09 Author image
Jan Müller
placeholder

Hetta er júst tað, sum hevur verið róð framundir nú í fleiri vikur, eftir at gassprísurin er farin til himmals og framvegis er methøgur. Avgerðin hjá týsku stjórnini fer at kosta 200 mia. euro, sum svarar til 2000 mia. norskar kr. skrivar E24, sum vísir til fleiri týskar miðlar. Tað var týski kanslarin Olaf Scholz, sum segði hetta á einum tíðindafundi. -Týska stjórnin fer at gera alt vit kunnu fyri at kunna lækka prísirnar sigur hann.  

Ætlanin ber eisini í sær, at latin verður stuðul til týskar gassinnflytarar, sum hava ringt við at fáa endarnar at røkka saman orsakað av methøgu prísunum. -Vit eru mitt í einum orkukríggi segði fíggjarmálaráðharrin Christian Lindner á tíðindafundinum. Gassprísurin er hækkaður sera nógv, síðani Russland gjørdi innrás í Ukraina. 

Russland, sum undan krígnum var størsti veitari av gassi til Evropa, hevur minkað um veitingarnar munandi eftir sanktiónir frá Vesturheiminum. 

Norski forsætisráðharrin sigur, at Norra er tilreiðar at umrøða langsiktaðar gassavtalur og eitt møguligt prísloft á gass. Hann sigur seg skilja væl, at Evropa nú roynir at finna eina loysn til tess at kunna handfara høgu prísirnar, sum raka brúkaran og fyritøkur sera meint, skrivar Financial Times. 

Seinasta nýggja í spurninginum um atsóknir móti gassleiðingum í Eystursjónum er, at norskir myndugleikar nú fyrreika seg til at tryggja betri norskar gassleiðingar eins og tíðandi orkuinfrakervi so sum olju- og gasspallar. Í morgun kunngjørdu svenskir myndurleikar, at enn ein leki, tann fjórði varð funnin á Nord Stream gassleiðingunum. 







Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder