Uttanlands

Týskland gevst ikki við kjarnorku á hesum sinni

Týski ríkiskanslarin Olaf Scholz hevur avgjørt ikki at lata tey seinastu trý kjarnorkuverkini í Týsklandi aftur, sum varð ætlanin. Tey skulu halda fram við framleiðsluni til apríl næsta ár sigur hann.

2022-10-19 09:52 Author image
Jan Müller
placeholder

Evropa er meint rakt av verandi orkukreppu, sum er íkomin av russisku innrásini í Ukraina. Hetta hevur fingið týsku stjórnina til at draga í land aftur og loyva trimum kjarnorkuverkum, sum annars skuldu niðurleggjast, til at halda fram við framleiðsluni.

Scholz sigur, at hetta er neyðugt fyri at nøkta eftirspurningin eftir orku. Týskland hevur annars gingið á odda við at gevast við kjarnorku. Landið stongdi helvtina av kjarnorkuverkunum í desember í fjør. Tey trý seinastu verkini skuldu stongja innan árslok í ár, men tað verður nú av ongum skrivar E24. Tað er andstøðan í Týsklandi, sum  hevur kravt, at tey trý kjarnorkuverkini halda fram av ótta fyri orkumanguli í kjalarvørrinum á krígnum í Ukraina. Tey trý orkuverkini standa fyri 5% av streymframleiðsluni í Týsklandi.

Stjórnarflokkarnir í Týsklandi eru ójavnir á máli um kjarnorkuframtíðina. Nú eru teir so samdir um at halda fram til apríl við trimum av verkunum. Men í almenna kjakinum eru tað fleiri, sum halda, at eisini tey trý kjarnorkuverkini, sum longu eru vorðin stongd, skulu lata uppaftur. Hetta letur sera væl gera tøkniliga sæð skilst.

Herfyri lat Týskland uppaftur fleiri kolaorkuverk fyri at bøta um orkustøðuna í landinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder