Uttanlands

Týskland stongir seinastu kjarnorkuverkini í morgin

Tey trý seinastu kjarnorkuverkini í Týsklandi verða øll stongd leygardagin

2023-04-14 16:04 Author image
Jan Müller
placeholder

Í morgin verða tey seinastu trý kjarnorkuverkini í Týsklandi stongd og lata ikki uppaftur. Hesa avgerðina hevur týska stjórnin við teimum Grønu á odda tikið, tó at hetta var ein beiskur biti hjá teimum Liberalu, FDP at svølgja. Kjakið í Týsklandi um kjarnorkuverk hevur verið á breddanum leingi og serliga hesa seinastu tíðina, tá Russland hevur stongt fyri gassi til ES. Tey trý kjarnorkuverkini, sum lótu aftur eitt tíðarskeið, vórðu tó latin uppaftur eftir russisku innrásina í Ukraina. Men nú er so endaliga avgjørt at stongja tey.

Kjarnorkan hevur higartil bara verið 6% av samlaðu orkunýtsluni í Týsklandi. Og nú tað hevur eydnast myndugleikunum at fylla gassgoymslurnar og at skunda undir grøna orkuskiftið, heldur stjórnin, at tað er ikki lívsneyðugt longur at hava kjarnorkuverkini gangandi.

Tað var táverandi týska stjórnin undir leiðslu av Merkel, sum eftir vanlukkuna á japanska kjarnorkuverkinum í Fukushima, gjørdi av at heilt at gevast við kjarnorkuverkum. Tað verður so veruleiki í morgin.

Hetta hendir um somu tíð sum onnur lond í ES eitt nú Frakland, Finland og Tjekkoslovakia tvørturímóti menna kjarnorkuna. Eisini í Bretlandi verður arbeitt við útbygging av kjarnorkuni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder