Tað var ein stórhending í 2024, tá fyrsti elsjókaðalin varð lagdur millum skotska meginlandið og Hetland. Hesin kom í kjalarvørrinum at stóru útbyggingini av vindmylnulundini "Viking wind" í Hetlandi við ikki minni enn 103 myllum. Hesar hava gjørt tað møguligt at flyta elorku inn á skotska meginlandið eins og at kunna flyta streym úr Skotlandi til Hetlands.
Fyrstu fyrireikingarnar til at kannað umhvørvið eru í gongd.
Nú er fyritøkan SSEN Transmission farin at kanna møguleikan fyri at leggja enn ein elkaðal millum Skotland og Hetland. Í løtuni verða kanningar fyrireikaðar á havbotninum nærhendis Braewick í Northmavine, sum kann gerast móttøkupláss fyri kaðali úr Skotlandi. Talan er um ein sonevndan HVDC kaðal, sum skapar nýggjar møguleikar fyri orkuflutningi millum Bretland og Hetland. Ein líknandi elkaðal liggur longu á havbotninum millum Caithness í Skotlandi og Weisdale Voe í Hetlandi. Hann er uppá 600 MW. Nýggi kaðalin er uppá 1.8GW og verður nevndur Shetland 2
Leiðslan í SSEN Transmision sigur, at nýggi kaðalin fer at vera eitt týðandi íkast til hetlendska búskapin: “It will deliver a significant boost to the Shetland economy, supporting local jobs and supply chains, alongside wider socio-economic benefits, while strengthening long term energy security for the islands.”
Ætlanin er at byrja arbeiðið at leggja kaðalin í 2028 og taka hann í nýtslu í 2035. Tað skulu so eisini byggjast móttøku- og umformarastøðir á landi.
Kanningarnar, sum nú verða gjørdar á havbotninum og í havøkinum, eru eitt týðandi stig á leiðini at kunna menna streymflutningin millum oyggjarnar og meginøkið.
Hóast nýggja kaðalsambandið er sera kærkomið fyri Hetland og somuleiðis Bretland sum so, so hava eisini røddir verið frammi um óttan fyri, at stórur partur av streyminum frá vindmyllunum í størri mun fór at gagna Skotlandi heldur enn húsaarhaldum og ídnaði í Hetlandi. Ein nýggjur kaðal kemur so at tryggja Hetlandi bæði neyðugu orkuna í framtíðini eins og møguleikan at kunna fáa streym av meginlandinum, tá eingin vindur er. Aftrat hesum koma so inntøkurnar, sum Hetland kann fáa frá útflutningi av streymi frá vindmylnulundum.
Partur av føroyskari orkustrategi?
Nú tosað verður um at kanna møguleikarnar fyri havvindorku í Føroyum er náttúrligt at seta spurningin, um henda ætlanin í Hetlandi kann fáa týdning fyri Føroyar eisini. Tá tað var frammi, at ein havvindmylnulund í føroyskum øki kundi verið tengd at flutningskervinum í Hetlandi so ella so, varð víst á, at tað fór neyvan at vera pláss fyri streymi úr føroyskum øki í verandi kaðalskipan.
Nú útlit eru til, at enn ein undirsjóvarkaðal verður lagdur, kundi verið spurt, um hesin kann vera partur av eini framtíðar føroyskari vindorkustrategi, har ein stór havvindorkulund eystan fyri Føroyar kann verða knýtt í hetlendska elnetið?
Vert er eisini at hava í huga, at stóru olju- og gassleiðirnar eystan fyri føroyska markið, Rosebank og Cambo, sleppa tær í gongd, skulu elektrifiserast fyrr ella seinni, tvs. at framleiðslan skal byggja á streym antin úr landi í Hetlandi ella frá havvindmylnulundum í hetlendska nærumhvørvinum - ella kanska føroyska?
Vert er at hava í huganum, at tað eru orsøkir til, at ein so stór fyritøka sum SSEN framvegis varpar ljós á vindorku í Hetlandi. Hon er, at vanliga verður Hetland mett sum eitt av heimsins bestu økjum til vindorku og her ikki minst havvindorku. Og sama kann uttan iva sigast um vindbardu havøkini kring Føroyar.
Ja hvør veit - við tí ovurstóra áhuganum fyri at framleiða streym frá vindmyllum á landi eins og til havs, eru tað nettupp øki sum Hetland og Føroyar, sum fokus verður sett á í framtíðini. Livst so spyrst.
Keldur: Shetland News og BBC
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald