Í tí sambandi hevur Spf Tari gjørt eina meting av møguligum árinum á umhvørvið.
Tey mettu árinini eru:
- At vatnstøðan í Kirkjuvatni lækkar, og at flora og fauna í vatninum og kring vatnið ávirkast av tí
- At sílayngul fer í vatninntakið
Eingi sjónlig inntriv verða av verkætlanini, tí vatnrør, sum longu liggja í lendinum úr Kirkjuvatni til taraalistøðina, verða nýtt.
Upplýst verður, at vatnstøðan í Kirkjuvatni broytist natúrliga, soleiðis at áirnar stundum torna upp.
Orkuframleiðslan verður tillagað ta natúrligu vatnstøðuna, soleiðis at hon verður hildin innan fyri tey máldu natúrligu vatnstøðusveiggini.
Ein ætlað ristskipan skal fyribyrgja, at sílayngul verður sogin inn í vatninntakið.
Áðrenn árinsmetingin verður viðgjørd, skulu viðkomandi myndugleikar, stovnar, áhugafeløg og almenningur hoyrast.
Umhvørvisárinsmetingin kann síggjast her
Freistin at koma við viðmerkingum er mikudagin 5. juni 2024
Almenna lýsingin kann síggjast her
Kelda: Umhvørivsstovan
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald