Umboð fyri umhvørvisfelagsskapir í Bretlandi ætla sær nú í rættin við stjórnini, sum hevur gjørt greitt, at hon ætlar sær ikki at steðga nýggjari leiting ella framleiðsluni av olju og gassi á bretska landgrunninum og harvið fylgja donsku avgerðini - eitt krav, sum umhvørvisfólk annars hava sett fram.
Tað eru trý umhvørvisfólk, sum sambært Financial Times, vilja hava rættin at nokta stjórnini framhaldandi at loyva olju- og gassframleiðslu. Stigtakararnir, sum fáa stuðul frá Greenpeace, Friends of the Earth Scotland og UK Student Climate Network, hava biðið um at fáa eina nýggja løgfrøðiliga meting av strategiini hjá the Oil & Gas Authority, sum er bretska Jarðfeingi, og sum snýr seg um at “maximise the economic recovery” av kolvetnisgoymslunum í undirgrundini.
Royndin hjá umhvørvisfólki er at fáa stjórnina at fylgja donsku avgerðini at gevast við nýggjari leiting og gevast við olju- og gassframleiðslu í 2050. Fyrr í ár gjørdi stjórnin tó greitt, at hon ætlar sær ikki at fylgja donsku avgerðini at banna nýggja leiting. Í staðin hava ráðharrar í stjórnini sagt seg vilja taka upp til viðgerð eina sonevnda “climate compatibility test”, áðrenn nýggjar leitiútbjóðingar verða framdar, te. m.a. eisini at hyggja eftir lokala tørvinum á kolvetnum.
Í dag standa olja og gass fyri tveimum triðingum av bretska orkutørvinum. Bretska vinnan hevur annars sagt seg vilja minka um CO2 útlátið við eini helvt í 2030. Umhvørvisfólkini halda ikki, at hetta ber til, um nýggj loyvi nú verða latin til oljuleiting- og framleiðslu. Eisini vísa tey á, at skattingin av oljufeløgunum er alt ov lág.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald