Umhvørvisstovan hevur givið umhvørvisgóðkenning til Runavíkar kommunu til at víðka útfyllingina av havnarlagnum Niðri við Sand í Søldarfirði við 7.400 m2 til 15.000 m2. Tunnilsgrót við spreingileindingum úr plasti verður nýtt til útfyllingina. Umhvørvisgóðkenningin hevur heimild í §§ 28 og 29 í løgtingslóg um verju av umhvørvinum.
Umhvørvisgóðkenningin er grundað á upplýsingar frá Runavíkar kommunu um verkætlanina og ætlaða virksemið, tá havnarlagið er fult útbygt. Umframt oljugoymslu til Effo og Magn, er ætlanin eisini at gera eina bryggju, ið kann taka ímóti tangaskipum.
Avgerðin kann kærast til landsstýriskvinnuna í umhvørvismálum. Møgulig kæra skal í seinasta lagi 16. januar 2024 sendast til: Umhvørvisstovan, Traðagøta 38, 165 Argir, ella til [email protected]
Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein serstakan, beinleiðis og persónligan týdning fyri.
Leinki til umhvørvisgókenningina hjá Runavíkar kommunu til víðkaðu útfyllingina Niðri við Sand:
Kunngerð av umhvørvisgóðkenning
Kelda: Umhvørvisstovan
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald