Innanlands

Umhvørvisráðharrin í Brasil vil hava loft á oljuframleiðslu

Tað gongur beint ímóti avgerðini hjá stjórnini at gera landið til ein tann størsta oljuframleiðaran í 2029

Umhvørvisráðharrin í brasilsku stjórnini, Marina Silva vil hava stjórnina at raðfesta grøna orkuskiftið meira við m.a. at seta loft á oljuframleiðslu. Orkuráðharrin í landinum sigur tó, at nettupp inntøkur frá oljuframleiðslu eru við til at fremja hetta skiftið. Mynd Bloomberg.

Umhvørvisráðharrin í brasilsku stjórnini, Marina Silva vil hava stjórnina at raðfesta grøna orkuskiftið meira við m.a. at seta loft á oljuframleiðslu. Orkuráðharrin í landinum sigur tó, at nettupp inntøkur frá oljuframleiðslu eru við til at fremja hetta skiftið. Mynd Bloomberg.

2023-12-30 15:39 Author image
Jan Müller
placeholder

Tað kom óvart á mong, tá vælumtókti umhvørvismálaráðharrin í Brasil, Marina Silva stutt eftir COP28 veðurlagsráðstevnuna í Dubai legði seg út í orkuorðaskiftið í hesum eina av heimsins størstu olju- og gassframleiðandi londunum, Brasil. Ì eini samrøðu við víðagitna Financial Times sáar hon iva um ætlanina hjá hennara  egnu stjórn við Lula forseta  á odda og sigur, at Brasil má hava eitt mál at kunna seta loft á oljuframleiðsluna. Hetta hendir eftir, at Lula stjórnin fyri stuttum kom við eini útsøgn um, at landið skal gerast eitt av heimsins mest framleiðandi oljulondum innan 2030. 

[object Object]

Hon sigur, at Brasil eigur at umhugsa at avmarka sína oljuframleiðslu og leiting og kemur harvið í stríð við hennara egnu stjórn. Hon viðgongur, at hetta er ikki nøkur løtt uppgáva, men hetta er nakað, sum øll oljuframleiðandi lond eiga at raðfesta. Hetta kemur eitt sindur uppá tvørs av ætlanini hjá Lula forseta  at økja um framleiðsluna um somu tíð, sum landið eisini raðfestir grøna orkuskiftið. 

Lula gongur á odda fyri at verja regnskógina í Amazonas økinum men vil um somu tíð tryggja búskaparliga gongdina í landinum við at menna oljuframleiðsluna. 

Orkumálaráðið í Brasil hevur sett sær sum mál at økja um framleiðsluna við 3 mió. tunnum um dagin til 5,4 mió. tunnur fram móti 2030. Hetta er tó ikki í tráð við hugsanina og politikkin hjá tí 65 ára gomlu Marina Silva, sum verður mett at vera eitt av heimsins fremstu umhvørvisfólkum. Sjálv er hon fødd og uppvaksin í Amazon regnskógini. Útnevningin av henni til umhvørvismálaráðharra av Lula forseta varð sera væl móttikin av bæði íbúgvunum í Brasil og annars umhvørvisfólki kring allan heim, nú júst Amazonas fyllur so nógv í grøna orkuskiftinum. 

[object Object]

Støðan hjá umhvørvisráðharranum verður ikki væl móttikin av fleiri í vinstrahallu stjórnini, sum hevur sett sær fyri at menna fleiri av stóru oljukeldunum í Brasil. Almenna oljufelagið Petrobras hevur sera stóra tyngd og týdning fyri búskapin.  

Verður ætlanin hjá stjórnini um at menna oljuídnaðin veruleiki, so fer hon at gera Brasil til 4. størsta framleiðaran av olju og gassi eftir Iran, Kanada og Kuwait. Fyrr í desember gjørdi Brasil av at gerast liur í OPEC+.

Umhvørvisráðharrin staðfestir, at Brasil er eitt oljuframleiðandi land. -Men vit fara at hava tørv á einum orðaskifti um avmarkingar í leitingini sigur hon og vísir á, at landið hevur eisini bundið seg til á COP28 at trýfalda um varandi orkuframleiðsluna.

Orkuráðharrin í landinum, Alexandre Silveira sigur við Financial Times, at hann sær ongar mótsetningar millum olju- og gassmálini hjá landinum  og tess ynski at standa á odda fyri grøna orkuskiftinum í heiminum. Hann sigur, at inntøkurnar frá oljuvinnuni fara at hjálpa til við at fíggja orkuskiftið. Kortini hevur avgerðin hjá Lula stjórnini at varpa meira ljós á olju og gass, møtt stóra mótstøðu kring heimin serstakliga nú Lula vil hava Vesturheimin at hjálpa til at fíggja verjuna av Amazonas regnskógini eins og altjóða umhvørvið.

[object Object] 

-Brasil sigur eitt men ger nakað heilt annað á COP28. Tað kann ikki góðtakast, at sama land, sum sigur seg vilja verja málið at avmarka upphitingina til 1,5 stig, samtiðis ger seg til talsland fyri at økja um oljuframleiðsluna sigur Leandro Ramos frá Greenpeace Brasil við Financial Times.

Umhvørvisráðharrin Silva sigur, at tey kunnu ikki gevast við tí grøna orkuskiftinum. -Orkutrygd er neyðug, men vit mugu eisini hugsa um grøna orkuskiftið.  Bæði hesi mugu gerast veruleiki, sigur hon. 

Lula sigur annars um limaskapin í Opec+, at hesin vónandi kann vera við til at sannføra onnur rík oljulond til at gera íløgur í varandi orku.

Fyrstu níggju mánaðirnar av hesum árinum hevur Lula stjórnin megnað at minka um ólógligu skógarhøggingina í Amazonas við 50% samanborið við somu tíð í fjør. Støðan var beint tann øvugta undir stjórnini hjá Jair Bolsonaro. Kortini sigur umhvørvisráðharrin, at vit eiga ikki at taka henda sigur  sum at stríðið er vunnið.

-Vit hava fleiri mál til tess at koma longri í grøna orkuskiftinum. Talan er eisini um orku, ídnað, flutning, brúk av jørð og landbúnað. Øll hesi økini hava mál fyri minking av CO2 útláti. Vit kunnu ikki bara líta á tey framstig, sum eru gjørd, vit mugu eisini koma longuri í tí grøna orkuskiftinum sigur kvinnuligu umhvørvisráðharrin frá Amazonas. 

[object Object]

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder