Innanlands

Umhvørvisstovan góðkent umhvørvisárinsmeting fyri lítið vatnorkuverk í Stórá í Bø

Umhvørvisstovan hevur tann 15. juni 2026 góðkent umhvørvisárinsmetingina fyri eitt lítið vatnorkuverk við Stórá í Bø.

2026-06-19 11:36 Author image
Jan Müller
placeholder

Umhvørvisárinsmetingin varð løgd til almenna hoyring frá 16. mars til 27. apríl 2026. Umhvørvisstovan fekk ongar viðmerkingar í hoyringarskeiðinum.

Verkið fer at nýta vatn úr Stórá til elframleiðslu og verður knýtt í elnetið hjá SEV. Sambært metingini kann verkið framleiða umleið 400.000 kWt um árið, svarandi til eina minking í CO₂-útlátinum á umleið 250 tons um árið.

Í metingini eru eisini ásett tiltøk fyri at tryggja vatnrenslið í ánni og at verja fisk og náttúru í økinum.

Henda avgerð kann kærast til Føroya Kærustovn. Møgulig kæra skal sendast til Umhvørvisstovuna, sum sendir hana til kærustovnin við neyðugum skjølum. Freistin at koma við viðmerkingum er mánadagin 13. juli 2026.

Umhvørvisárinsmetingin kann síggjast her

Almenna kunngerðin kann síggjast her


Kelda: Umhvørvisstovan

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder