Korona og torføra støðan á oljumarknaðinum hevur avleiðingar fyri frálandsvinnuna. Fyrr sóu vit javnan bæði útlendsk og føroysk frálandsskip leggja at í føroyskum havnum fyri at skifta manning og keypa vørur og tænastur. Men í verandi støðu eru vitjaninar sera avmarkaðar.
Bretsku frálandsreiðaríini hava tó eina skipan í samstarvi við skattamyndugleikarnar, har teirra skip eina ferð um árið, kunnu fara í útlendska havn at skifta manning. Tað gevur teimum ávísar fyrimunir. Og frá desember til út í mars mánað er vanligt at síggja bretsk frálandsskip koma í føroyska havn fyri at skifta manning.
Eitt av hesum manningarskiftum fór fram í Havn í gjár, tá Grampian Sovereign kom til Føroya úr Norðsjónum. Teir ellivu menninir umborð, bretar og pólendingar, fóru í land og víðari til Skotlands, og aðrir ellivu komu við flogfarinum.
Nú korona ger um seg hava onkur stór reiðarí so sum Vroon, ið eigur mong frálandsskip, sum arbeiða í Norðsjónum og vestan fyri Hetland, valt, bara at brúka Aberdeen til manningarskifti.
Tað er Faroe Ship, sum er umboð fyri North Star Shipping, ið eigur Grampian Sovereign. Ì dag leggur veitingarskipið leiðina til Aberdeen, har tað hevur heimstað saman við hinum 37 frálandskipunum hjá reiðaríinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald