Innanlands

Útlátið av vakstrarhúsgassi øktist aftur í 2023

Útlátið av vakstrarhúsgassi í 2023 øktist 2,5 prosent. Meðan útlátið frá ídnaðinum, elframleiðsluni og øðrum skipum enn fiskiskipum øktist, vóru aðrir útlátsbólkar, ið nýttu minni olju í 2023 samanborið við 2022.

2024-08-28 20:55 Author image
Jan Müller
placeholder

Eftir at útlátið av vakstrarhúsgassi í Føroyum øktist á hvørjum ári frá 2017 til 2021, vísti uppgerðin fyri 2022, at útlátið var minkað. Í uppgerðini fyri 2023, sum Umhvørvisstovan nú hevur almannakunngjørt, sæst, at útlátið aftur er økt, tó ikki til sama støði sum undanfarin ár. Størri oljunýtsla er høvuðsorsøkin til økingina. 

Í ídnaðinum var oljunýtslan ein triðing størri í 2023 í mun til 2022. Munandi meira olja varð nýtt til framleiðslu av fiskamjøli. Eisini byggivinnan hevði størri oljunýtslu. 

Hóast meira vindorka var á elnetinum í 2023, var samlaða framleiðslan av varandi orku ikki nóg mikil til at nøkta vaksandi tørvin á streymi, og tí var neyðugt hjá SEV at nýta meira olju til elframleiðsluna í 2023. 



Minni oljunýtsla hjá fleiri útlátsbólkum 

Meðan útlátið frá ídnaðinum, elframleiðsluni og øðrum skipum enn fiskiskipum øktist,  vóru aðrir útlátsbólkar, ið nýttu minni olju í 2023 samanborið við 2022, eitt nú útlendsk fiskiskip, húsarhald og akfør. 

Eins og í fjør eru revsitiltøkini móti Russlandi ein týðandi orsøk til, at sølan til útlendsk fiskiskip er minkað. Verða útlendsku fiskiskipini ikki tald við í føroysku útlátstølunum, er samlaði vøksturin í útlátinum 5,2 prosent.    

Samanborið við 2022 bunkraðu føroysk fiskiskip 4 prosent meira olju, meðan útlendsk fiskiskip hinvegin bunkraðu 13 prosent minni olju. Sum samlaður útlátsbólkur bunkraðu fiskiskipini, t.e. bæði tey føroysku og útlendsku, 3 prosent minni olju í Føroyum. 

Annað árið á rað var útlátið frá húsarhaldum munandi minni enn undanfarna ár. Gongdin bendir á, at átøkini, ið eru gjørd, fyri at minka um tørvin at hita hús við olju, hava munað.   

Samlaða oljunýtslan hjá akførum var á leið 34 túsund tons í 2023. Hetta er umleið 4 prosent minni enn í 2022. Eisini nýtslan av bensini og diesel minkaði í 2023. Av somu orsøk minkaði útlátið av vakstrarhúsgassi frá ferðslu á vegunum samsvarandi. Fleiri elbilar gera sítt til, at útlátið frá akførum er minkað.   

Tølini stava frá frágreiðingini Útlát av vakstrarhúsgassi í Føroyum, 1990-2023, sum Umhvørvisstovan júst hevur almannakunngjørt. Les alla frágreiðingina her.   

Til ber at síggja fleiri hagtøl um útlát av vakstrarhúsgassi í Føroyum í vitanargrunninum hjá Umhvørvisstovuni. 

Kelda: Umhvørvisstovan 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder