2021-02-11 23:42
Altjóða orkustovnurin IEA væntar, at eftirspurningurin eftir olju í heiminum fer at vaksa við 5,4 mió. tunnum um dagin í 2021 og fer harvið at røkka 96,4 mió. tunnum um dagin skrivar E24.
Hetta merkir, at eftirspurningurin fer at heinta innaftur 60% av mongdunum, sum vórðu mistar í sambandi við koronasóttina, stendur at lesa í mánaðarligu frágreiðingini frá IEA fyri februar. Kortini verður roknað við minkandi eftirspurningi í byrjanini av árinum, við umleið eini mió. tunnum um dagin í fyrsta ársfjórðingi.
Í januar vuksu oljugoymslurnar í heiminum við 590.000 tunnum um dagin til íalt 93,6 mió. tunnur sambært IEA.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald