Uttanlands

Vandi fyri orkuveitingarkreppu í Evropa?

Orkukreppa í Evropa? Tað er heitið á ráðstevnu, sum felagið hjá donsku kolvetnisvinnuni, Olie og Gas Danmark,  setir á dagskránna 1. desember

2021-11-14 13:09 Author image
Jan Müller
placeholder

Evropa stendur mitt í eini orkuveitingarkreppu. Veitingin av olju og gassi til Evropa stendur fyri avgerandi avbjóðing og roknað verður við, at evropeiski tørvurin á at innflyta orku fer at vaksa munandi komandi árini. Hetta staðfesta fyrireikararnir av stórari orkuráðstevnu í Keypmannahavn komandi mánaðarskifti.

Samtíðis eru orkuprísirnir teir seinastu mánaðirnar meira enn tvífaldaðir, og alt bendir á, at teir høgu orkuprísirnir fara at halda fram. Fleiri av evropeisku londunum eru sera bundin at ikki minst russiskum gassi, og sum tað vísir seg í løtuni, er Russland tilreiðar at brúka gassið sum eitt politiskt vápn.

Aftrat hesum er heimsbúskapurin við at lata upp aftur eftir korona, sum aftur hevur við sær øktan vøkstur og harvið fylgjandi øking í eftirspurninginum eftir orku. Samanumtikið hevur hetta havt við sær, at Evropa nú er mitt í eini veruligari orkuveitingarkreppu.

Hvat skal Evropa gera fyri at tryggja sær orku í framtíðini? Eru góð viðurskifti millum ES og Russland avgerandi fyri okkara orkuveiting í framtíðini? Fara teir vaksandi orkuprísirnir at vera ein kíli í hjólið á búskaparliga vøkstrinum?

Hesar og fleiri aðrar spurningar kann ein møguliga  fáa svar uppá  á Offshore Summit, tá Trine Villumsen Berling, granskari á DIIS, Brian Vad Mathiesen professari í orkutilrættalegging á Ålborg Universiteti og Steen Bocian, búskaprfrøðingur frá Børsen viðgera umrøddu mál og greiða frá tí orkukreppu, sum vit eru mitt í.

Ráðstevnan fer eisini at varpa ljós á teir møguleikar, sum grøna orkuskiftið gevur danska olju- og gassídnaðinum. Danmark hevur sett sær sum mál at minka um útlátið av vakstrarhúsgassum við 70% í 2030 og vera útlátsneutralt í 2050.

Nú danska stjórnin hevur sett punktum fyri nýggjari leiting og útbyggingum av olju- og gassframleiðslu og sett endadag fyri framleiðslu eisini,  roynir vinnan at laga seg til hesa øðrvísi og broyttu framtíðina. Vinnan ynskir at varðveita arbeiðsplássini við m.a. at menna vindorkuna og fanga og goyma CO2 fyri bert at nevna tveir av møguleikunum.  Sera góðir møguleikar eru m.a. fyri at brúka goymslur í donsku undirgrundini til hetta endamálið.

Offshore Summit 2021 verður  1. december 2021 kl. 13 – 17 í DR-Koncerthuset.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder