Uttanlands

Varandi orka skal bjarga Evropa

-sigur nýggi ES orkukommiserurin Dan Jørgensen í samrøðu

Danski Dan Jørgensen, sum skal standa á odda fyri orkupolitikkinum í ES komandi árini.

Danski Dan Jørgensen, sum skal standa á odda fyri orkupolitikkinum í ES komandi árini.

2024-12-29 16:51 Author image
Jan Müller
placeholder

Danski politikarin sigur í samrøðuni, ið er í miðlinum Altinget, at kjarnorka er partur av loysnini, men tað verða sól, vindur og vatn, sum skulu nøkta tørvin hjá Evropa á bíligum og óheftari orku komandi árini.

-Vit hava ávísar trupulleikar við havvindi, sum gera, at menningin innan varandi orku ikki gongur nóg skjótt, sum vit høvdu vónað. Men eg eri 100 prosent sannførdur um, at eisini hesin parturin av grønu orkuni fer at verða ein góð forrætning í framtíðini sigur Dan Jørgensen. Higartil er tað miseydnast hjá donsku stjórnini at finna privatar íleggjarar til stórar og týðandi havvindmylnulundir í Norðsjónum.  Sí leinkju niðanfyri.

Dan Jørgensen, sum hevur røkt starvið sum ráðharri fyri orku í donsku stjórnini varð herfyri valdur til ES kommiser innan orku- og bústaðir. Hann hevur harvið fingið ábyrgdina av einum sera týðandi øki í ES, sum m.a. hevur til endamál at gera Evropa óheft av innfluttum russiskum gassi. Nakað, sum hevur víst seg at vera ein sera trupul uppgáva, nú fleiri lond í ES framvegis hava tørv á russiska gassinum.

Dan Jørgensen verður mettur at vera ein av teimum mest víðgondu talsmonnunum fyri grøna orkuskiftinum og harvið eisini ímóti fossilari orku. Tað var m.a. hann, sum vegna Danmark fyri nøkrum árum síðani tók stig til ein felagsskap, ið hevði til endamál at fáa lond kring heimin at banna allari leiting eftir kolvetnum. Tað tiltakið fekk tó ikki stóra undirtøku. Millum londini, sum tóku undir við áheitanini vóru m.a. Danmark og Grønland. Eisini eitt land sum Nýsæland bannaði leitingini fyri tó nøkur ár seinni av avtaka bannið aftur, tí landið tørvaði orku vegna sera avmarkaðu nøgdirnar av vind- vatn- og sólorku. Nýsæland kundi ikki vera fossila orku fyriuttan varð niðurstøðan. 

[object Object]

Ein meiriluti av londunum í ES tók annars undir við uppskotinum hjá Ursula von der Leyen, ES forkvinnu at seta danska Dan Jørgensen at standa á odda fyri orkupolikkinum hjá ES.

Hon hevur álagt Dan Jørgensen innan næstu fimm árini at útvega ES londunum bíliga orku, sum skal koma ístaðin fyri innflutningin av russiskum gassi.

Sjálvur hevur Dan Jørgensen víst á, at hetta er ein stór og avbjóðandi uppgáva, men hann ætlar sær kortini at royna at liva upp til álitið at stjórna hesum so týðandi partinum av ES arbeiðinum. Dan Jørgensen hevur eisini víst á, at hóast hetta verður ein tann torførasta uppgávan hjá nøkrum ES kommiseri, so er hetta altavgerandi stig at taka hjá ES. Hann sigur, at varandi orka er lykilin til, at ES røkkur sínum málum um bíliga og kappingarførar orkuprísir eins og framhaldandi at gerast bundin av orkuinnflutningi.

-Tað er varandi orkan, sum skal vera grundarlagið undir skiftinum sigur hann, nú hann skal standa á odda fyri at leggja fram ein tann mest týðandi politikkin hjá ES nevndur “Clean Industrial Deal”. Hesin skal styrkja evropeiska kappingarførið um somu tíð sum skundað verður undir grøna orkuskiftið.

Hetta stóra tiltakið og málið skal m.a. eisini gera, at orkan verður troytt og brúkt munabetri enn í dag. Eisini skal tað tryggja, at ES kann innflyta flótandi gass úr øðrum londum enn Russlandi.


Kelda:

https://www.altinget.dk/artikel/podcast-med-dan-joergensen-det-er-den-vedvarende-energi-der-skal-redde-europa?SNSubscribed=true&ref=newsletter&refid=altinget-dk-weekend-9-30-523&utm_campaign=Altinget.dk&utm_content=Altinget%20DK%20Weekend%209%3A30&utm_medium=e-mail&utm_source=nyhedsbrev

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder