[object Object]

Um tvey ár er ætlanini at halda eina ráðstevu í Føroyum um vatn, og dagurin á Jarðfeingi var startskotið til eitt samstarv millum ymisku áhugabólkarnar.

Nógv ymisk evni vórðu havd á lofti, har ymsir vinklar komu fram, bæði viðvíkjandi avbjóðingum og hugskotum um, hvussu best kann farast fram. Hetta gerst alsamt meira umráðandi, ikki minst nú tørvurin á reinum vatni gerst alsamt størri, bæði í Føroyum og í altjóða høpi.

Kelda: Jarðfeingi