Tað var væntandi, at grøna orkuframleiðslan hjá SEV fór at vaksa, nú bæði regn og vindur hava herjað kring landið. Men hvør skuldi trúð, at hetta heilt tók oljuna av ræði!
Sunnumorgun vístu tølini á heimasíðuni hjá SEV fyri alt landið, at vindorkan stóð fyri 50,1% og vatnorkan 46,6% av samlaðu streymframleiðsluni. Oljan stóð fyri 1,7% og biogassorkan stóð fyri 1,6%. Sólorkan stóð væl skiljandi fyri 0%.
Hyggja vit aftur eftir hagtølunum á middegi, so broyttist myndin nakað. Tá stóð vatnorkan fyri 63,2% og vindurin fyri 23,3%. Tá varð oljuparturin øktur til 12,1%.
Taka vit so Suðuroynna, so vístu hagtølini á middegi, at vatn og vindur stóðu fyri 100% av streymframleiðsluni. Vatn 79,9 og vindur 20.1%.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald