Innanlands

Veðurlagsdagur 2025 – hvussu handfara vit veðurlagsbroytingar?

Hvussu standa Føroyar seg við broytandi veðurlagi? Eru vit fyrireikað? Hvat kunnu vit vísa á, sum er gjørt? Hvat verður gjørt fyri at máta gongdina í veðurlagsbroytingum?

2025-03-09 18:28 Author image
Jan Müller
placeholder

Hesir vera høvuðsspurningarnir, tá serfrøðingar og onnur áhugað hittast á veðurlagsdegnum, sum Kongshøll verður karmur um týsdagin 18. mars.  

Á ársins veðurlagsdegi varpa vit ljós á altjóða viðurkendar ávísar – indikatorar – sum kunnu vísa og samanbera, hvussu lond handfara avbjóðingar, ið veðurlagskreppan hevur við sær.  

Við støði í hagtølum og kanningum fara føroysk fakfólk at leggja fram og hugleiða um, hvussu vit í Føroyum handfara veðurlagsbroytingar, meðan roynt verður at knýta hesa vitan til nevndu ávísarnar. 

Veðurlagsdagurin 2025 er eitt samstarv millum Umhvørvisstovuna, Veðurstovuna, Havstovuna, Hagstovuna, Landsverk, Fróðskaparsetrið, Tjóðsavnið, Jarðfeingi og Firum. 

Tiltakið er alment og ókeypis, tó er neyðugt at tekna seg.

Tekna teg her

Samandráttur av veðurlagsdegnum 2024 er tøkur her 

Veðurlagsdagur 2024 – Er føroyska veðurlagið broytt? – Umhvorvisstovan 

Kelda: Umhvørvisstovan

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder