Tað sigur landsstýriskvinnan í umhvørvismálum, Margit Stórá í svari til Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttur, løgtingskvinnu, sum m.a spyr, um ein komandi veðurlagslóg fer at leggja forðingar fyri oljuleiting við Føroyar.
Í svari sínum sigur landsstýriskvinnan ma.: -Nýtslan av fossilum brennievni er ein høvuðsorsøk til veðurlagskreppuna. Og skulu heimsins tjóðir forða fyri ógvusligu avleiðingunum av veðurlagsbroytingum, er alneyðugt at avmarka nýtsluna av fossilum brennievnum skjótast gjørligt. Uppskotið til veðurlagslóg hevur tó ongar ásetingar um oljuleiting ella avgjøld til vinnuna ella fólkið sum heild. Í sjálvum sær leggur uppskotið til veðurlagslóg ikki forðingar fyri framtíðar oljuleiting í Føroyum. Lógin ásetur langtíðarmál um netto null útlát í 2050. Hetta merkir, at føroyska útlátið av vakstrarhúsgassi í 2050 ikki skal vera størri enn upptøkan ella bindingin av vakstrarhúsgassi í lendi og vøkstri og møguliga goymslu av vakstrarhúsgassi.
Víðari sigur landsstýriskvinnan: -Vátlendi binda natúrliga nógv CO2 og tí er týðandi at verja vátlendi runt um í landinum. Eisini er tøkni longu ment at fanga og goyma CO2. Higartil eru tað serliga oljuvinnan og tungur framleiðsluídnaður, sum hava ment og brúka hesa kostnaðartungu tøkni, tí tað er hjá hesum vinnum, at orkuskiftið er trupult at fremja.
Sum flestum kunnugt arbeiðir Jarðfeingi við einari royndarverkætlan, har kannað verður, hvussu basaltfláirnar kunnu brúkast sum goymslugrýti til CO2. Í stuttum snýr tað seg um at pumpa CO2 niður í basaltfláirnar, har vatn og salt í fláunum eru við til at fremja eina rættiliga skjóta mineralisering, har CO2 verður gjørt um til tinnur. Hetta forðar fyri, at CO2setur upp í lofthavi.
Longu nú eru fleiri vinnur, granskingarstovnar og lond, sum brúka milliónir av krónum at menna CO2-goymslur í undirgrundini, so oljuvinnan og onnur kunnu minka CO2-útlátið,fyri at hesi lond kunnu minka um teirra útlát av vakstrarhúsgassi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald