Innanlands

Veingjaskerdar vindmyllur í Kollfjarðardali

Avbjóðingar í svinginum í Kollfjaðardali, tá vindmylnuvongur skuldi koyra á Gellingarklett

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2022-04-01 14:28 Author image
Jan Müller
placeholder

Ikki gongur altíð, sum prestur prædikar. So var heldur ikki í svinginum í Kollfjarðardali og niðan á Oyggjarvegin beint við Effo støðina í gjár, tá fyrsti vongurin til vindmyllurnar á Gellingarkletti varð fluttur av bryggjuni á Oyrareingjum á Gellingarklett.

Tá talan er um so stórar og ovurtungar  “greyðir” koma altíð avbjóðingar, sum kortini eru at loysa. Tá vongurin skuldi koyrast niðan til vindmylnulundina vísti tað seg, at har var so mikið nógv síðuhall í sjálvum svinginum, at neyðugt hevur verið at gera onkrar tillagingar. Sum orkan.fo skilur støðuna, verður arbeitt við málinum, og helst verða avbjóðingarnar loystar í dag, so flutningurin kann halda fram í kvøld ella komandi nátt. 

Ætlanin er at javna síðuhallið út, so flutningurin ikki hellir so nógv, tá koyrt verður í svinginum. Somuleiðis verður ein fyribils ífylling gjørd, so svingið verður breiðkað nakað. Tað skuldi gjørt tað munandi lættari at fingið veingirnar um svingið og harvið at hildið tíðarætlanina fyri uppseting av hesi stóru og spennandi orkuverkætlanini. Sum skilst verða tað ikki seinkingar í arbeiðsætlanini av hesi orsøkini.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder