Fyrsta vikan við royndarkoyring av nýggja Minesto Dragon Class 4 orkuverkinum í Vestmannasundi er nú farin aftur um bak, og royndarkoyringin, sum eisini umfataði elframleiðslu og sannroynslu av kjarnufunktionalitetum var væleydnað.
Sjóvarfalsdrekin byrjaði beinanvegin at framleiða elorku inn á netið, og hevur royndarkoyringin gingið eftir ætlan, skrivar SEV á heimasíðuna.
– Tað er ein fragd at kunna boða frá, at fyrsta vikan við royndarkoyring av Dragon Class 4 hevur gingið væl. Allir staklutir hava virkað eftir ætlan, og elorka er framleidd inn á netið, sigur Martin Edlund, forstjóri í Minesto.
Bernt Erik Westre, tekniskur stjóri í Minesto, sigur soleiðis:
– Vit fóru undir elframleiðslu fyrsta dagin, so skjótt sum allar neyðugar forkanningar vóru gjørdar á fyrsta sjóvarfallinum. Dragon 4 roynist sera væl, og vit fara nú undir arbeiðið at fínjusterað stýriskipanina, so at sum mest av elframleiðslu fæst burturúr.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald