Týsdagin 21. juni verður skipað fyri evnisdegi, um hvussu ognartøka av náttúru til grøna orku, kundi verið skipað.
Stigtakari til orkutingið er ein áhugabólkur í Vestmanna saman við Vestmanna kommunu.
Í næstum er ætlanin at fara undir Føroya størstu orkuverkætlan nakrantíð, tá pumpuskipanin á Mýrunum í Vestmanna skal gerast. Hetta er eitt neyðugt stig á leiðini móti eini grønari framtíð.
Tað eru hundrað ár síðan, at fyrsta vatnorkuverk varð bygt í Føroym, og síðan SEV var stovnað í 1954, eru fleiri vatnorkuverk og vindmyllulundir gjørdar kring landið og ein sólorkulund. Harumframt mala drekar í løtuni runt í Vestmannasundi og skapa sjóvarfalsorku.
Í neyðugu strembanini móti eini grønari framtíð, verður hald lagt á alsamt meira lendi.
Stórt inntriv í náttúruna
Nú SEV fer undir undir pumpuskipanina, verður eitt stórt inntriv gjørt í náttúruna í Vestmanna. Stór orkugoymsla verður gjørd inni í fjallinum og út skulu áleið 380.000 rúmmetrar av gróti, sum svarar til áleið 94 fótbóltsvøllir. Ætlanin er at leggja hesa ómetaliga stóru rúgvuna í náttúruvakra Heygadali, sum er eitt stað, har ung sum eldri vanliga hugna sær og dagliga ganga túrar. Hetta kemur at ávirka landslagið ógvuliga nógv, eisini um tað verður lagt undir mold og gras fer at vaksa. Tað verður ikki Heygadalur meir, við sínum natúrliga lendi.
Endurgjald fyri mist lendi
Í Føroyum eiga vit øll at gera okkara part til tess at røkka málinum um eitt grønt samfelag. Í Vestmanna eru byrgingar, vatnorkuverk, vindmyllur, sjóvarfalsorka og vit bjóða eisini pumpuskipanini vælkomnari. Men vit vilja ikki hava 380.000 rúmmetrar av gróti fram við dalinum.
Tað er sera lítið, ið kommunur hava fingið í fíggjarligum endurgjaldi fyri inntrivini gjøgnum árini. Nú føroya størsta orkuskipan skal gerast, er spurningurin settur, um tað ikki er uppá sítt pláss, at kommunur, sum lata so nógv náttúrutilfeingi til grøna orku, hava rætt til eitt fíggjarligt endurgjald.
Fordømi fyri eina slíka skipan er norska orkufelagið (LVK). Uppgávan hjá felagsskapinum er m.a. at stuðla rættinum um ein varandi part av virðisøkingini, um orka verður vunnin úr kommunalum lendi. LVK leggur stóran dent á, at talan er um staðbundið náttúrutilfeingi. Ein skipan er fingin í lag í Noregi, har kommunur, ið lata lendi og náttúrutilfeingi til orkunýtsluna í landinum, fáa eitt fíggjarligt endurgjald.
Torfinn Oppheim úr Sauda kommunu, sum er formaður í felagnum, fer á Orkutinginum at greiða frá norsku skipanini.
Orkutingið verður týsdagin tann 21. juni 2022 kl. 18:30-22:00 í Miðnámi í Vestmanna, Fjarðavegur 4 og øll eru vælkomin. Tilmelding fer fram á [email protected] ella umvegis telefon á 770 100.
Freistin at melda til er mánadagin 20. juni 2022 kl. 12.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald