Norra eigur at fara undir at gevast við sínum risastóra olju- og gassídnaði. Hetta er niðurstøðan hjá einum sonevndum “ST-rapportøri”, sum arbeiðir við mannarættindum og umhvørvi. Niðurstøðan stendur at lesa í eini frágreiðing, sum er løgd fram av Mannarættindaráðnum hjá ST. Hetta skrivar norska tíðindastovan NTB.
Frágreiðingin er sambært Ritzau skrivað av David R. Boyd eftir eina tólv daga vitjan í Norra í september 2019. Hann hitti undir vitjanini umboð fyri bæði myndugleikar, felagsskapir, lærustovnar og vinnulívið.
Sambært frágreiðingini eigur Norra at gevast við at leita eftir fossilum brennievni, gevast við at menna undirstøðukervið í oljuídnaðinum og banna teimum mest dálkandi og umhvørvisskaðiligu hættunum at útvinna olju og gass.
Frágreiðingin sigur eisini, at Norra eigur at tryggja eina góða ætlan fyri borgarar og lokalsamfeløg, sum eru bundin at stóra ídnaðinum. Norski Framburðsflokkurin, sum júst er farin úr stjórnini, heldur lítið um frágreiðingina og tilmælini. Flokkurin heldur, at tað fer at fáa álvarsligar avleiðingar fyri vælferðarsamfelagið, um farið verður undir at gevast heilt við oljuídnaðinum. Tí er tað heldur ikki rætta leiðin at fara fyri at minka um útlátið av vakstarhúsgassum.
“ST rapportørurin kann jú byrja við at skjóta hetta upp fyri sínum egnu oljuframleiðandi limum í Mannarættindaráðnum.” Tað eru lond, sum sannlíkt hava eitt nógv hægri útlát, um tey tóku yvir okkara framleiðslu, sigur orku- og umhvørvistalsmaðurin hjá Framburðsflokkinum, Jon Georg Dale.
Umboð fyri norska oljuvinnu hava annars í seinastu á ráðstevnum kunnað um, at norska olju- og gassframleiðslan sum heild er nógv reinari enn líknandi framleiðsla í nógvum øðrum londum og stendur harvið fyri munandi minni av CO2 útláti.
Norra eigur annars heimsins størsta peningagrunn, Oljugrunnin, sum vaks munandi seinasta ár. Bara í 2019 vaks grunnurin við 1794 mia. norskum kr. Tað svarar til 258.000 danskar kr. fyri hvønn norðmann.
Peningurin í grunninum, sum kemur frá olju- og gassframleiðslu á norska landgrunninum, kemur væl við hjá norska samfelagnum, hóast bert 3% av ognini verða sett á fíggjarlógina um árið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald