Uttanlands

Vilja hava oljufeløgini við á veðurlagsráðstevnu

Serstaki veðurlagssendimaðurin hjá amerikonsku stjórnini, John Kerry heitir á altjóða oljufeløgini um at vera partur av altjóða veðurlagsráðstevnuni, gera íløgur í varandi orku og taka sína ábyrgd av at minka útlátið.

John Kerry, serstaki amerikanski veðurlagssendimaðurin vil hava oljufeløgini at luttaka á komandi veðurlagsráðstevnu og taka við sær sínar ætlanir um at minka um útlátið. Mynd Financial Times

John Kerry, serstaki amerikanski veðurlagssendimaðurin vil hava oljufeløgini at luttaka á komandi veðurlagsráðstevnu og taka við sær sínar ætlanir um at minka um útlátið. Mynd Financial Times

2023-08-28 17:02 Author image
Jan Müller
placeholder

Tá veðurlagsráðstevna  varð hildin í Glasgow í fjør vóru oljufeløgini óynskt. Nú heitir serstaki amerikanski veðurlagssendimaðurin John Kerry á somu oljufeløg um at sita til borðs á ST ráðstevnuni og  at taka við sær ætlanir um at steðga veðurlagsbroytingunum tvs. at medvirka til, at fleiri íløgur verða gjørdar í varandi orku eins og at minka um útlátið fram til 2030. Hetta skrivar Financial Times.

John Kerry hevur fyri kortum hitt leiðarar fyri olju- og gassídnaðin tríggjar mánaðir undan COP28 veðurlagsráðstevnuni, sum verður í UAE, United Arab Emirades.

Hinv begin bera veðurlagsserfrøðingar og aktivistar ótta fyri, at talan verður um eina oljuráðstevnu “Oil COP”, har oljuvinnan fer at fáa ein ov týðandi leiklut.  

Kerry sigur við Financial Times, at hann heldur, at olju- og gassvinnan kunnu hava ein avgerandi leiklut á ST ráðstevnuni eins og tey skulu fáa at vita, hvør teirra ábyrgd er av upphitingini av klótuni

“Vit mugu hava fossilu vinnuna við til borðs og fáa hana at viðurkenna, at hon má vera partur av royndunum at koma veðurlagsbroytingunum til lívs, nú hon er ein partur av orsøkini til broytingarnar”. Kerry sigur eisini, at málini, sum oljuvinnan hevur sett sær fyri at røkka útlátsmálunum í 2050 eru ikki nóg høg.  

Kerry sigur, at hann hevur heitt á stjórarnar í olju- og gassfeløgnum at koma við sínum ætlanum á COP28 til tess at minka teirra beinleiðis útlát og útlátið, sum stavar frá virksemi tey eru atvoldin til ella partur av.  

Somuleiðis heitir hann á oljustjórarnar um at leggja fram eina veruliga og haldbara ætlan fyri fangan og goymslu av CO2. Feløgini mugu leggja prógv á borðið fyri, at tey eru før fyri at menna og brúka tøknina, sum fangan og goymsla av CO2 krevur og sum kann vera við til at røkka málini frá Parísavtaluni í 2015 um í mesti lagi 1,5 stig hitavøkstur.

[object Object]

Fyrrverandi amerikanski uttanríkisráðharrin sigur sambært Financial Times, at hann hevur umrøtt klimaspurningin við prins bin Salman av Saudi Arabia og fer hann í næstum at hitta stjóran í heimsins størsta orkufelag Saudi Aramco.

John Kerry hevur eisini tosað við fleiri stjórar í øðrum stórum oljufeløgum, eitt nú Bernard Looney frá BP.

Hann vísir á miseydnaðu royndirnar hjá G20 londunum at koma ásamt um at minka um oljuframleiðslu fram til 2030. Lond sum Saudi Arabia og Kina eru við til at forða fyri at seta størri klimamál í verk.

USA er heimsins størsti framleiðari av olju og gassi, og landið hevur sett í verk lógir, ið skulu rudda slóð fyri grøna orkuskiftinum sigur Kerry og vísir á, at privatar fyritøkur, sum vilja gera íløgur í grønar orkuloysnir í USA vilja fáa týðandi stuðul frá amerikonsku stjórnini.

At USA hevur latið hurðarnar upp fyri íleggjarum, sum vilja brúka pengar og orku uppá grøna orkuskiftið, hevur fingið ein hóp av fyritøkum at gera íløgur í USA. Hann vísir á, at sjálvt ikki ein nýggj republikansk stjórn sleppur at venda hesi gongdini, tí marknaðurin og vinnan hava longu tikið hana til sín.

“Hetta er tann nýggja ídnaðarkollveltingin. At stjórnin í Bretlandi gongur tann øvugta vegin og hevur givið grønt ljós til at byggja út olju- og gassvirksemi er so ikki okkara politikkur, sigur Kerry og leggur aftrat, at orkupolitikkurin hjá amerikonsku stjórnini er ikki at fara eftir tí sinasta dropanum av olju, men heldur at brúka allar kreftir til at røkka grøna orkuskiftinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder