Innanlands

Vindmyllutoymið í Húsahaga

Í Húsahaga er vindmyllutoymið hjá Sev í ferð við at gjøgnumganga, feilfinna og umvæla vindmyllur. .

2026-08-11 23:09 Author image
Jan Müller

Toymið samstarvar eisini við tøkningar frá felagnum Full Circle Wind Services, sum burturav tekur sær av viðlíkahaldi og umvæling av vindmyllum. Full Circle, sum varð stovnað í 2021, hevur høvuðssæti í Hollandi og skrivstovur í Stóra Bretlandi, Italia, Grikkalandi og Fraklandi, og tekur sær av at viðlíkahaldi av yvir 700 vindmyllum í Evropa, Norður Amerika og Suður Asia. Hetta skrivar SEV á síði heimasíðu. 

Fleiri av teimum, sum arbeiða hjá Full Circle, hava fyrr arbeitt hjá Enercon og hava drúgvar royndir við ymsu myllunum hjá Enercon.

Í juli hava fleiri lið av tøkningum hjá Full Circle verið í Føroyum, undir leiðslu av Lauru Collin, fyri at kanna og arbeiða uppá myllurnar saman við okkara fólki. Samstundis hava tey eisini havt eyka fólk við, fyri at læra tey upp - sum á eini venjingarlegu.

“Hetta er eitt gott høvi at læra okkara fólk upp”, segði Laura Collin, tá hon var her. “Tá vit arbeiða í Bretlandi og á evropiska meginlandinum eru fjarstøðurnar øgiligar, og nógv tíð fer við ferðing og koyring, meðan vit her kunnu ganga ímillum myllurnar, og læra nýtt”.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder