Hóast veðrið ikki altíð er til vildar, so gongur tað tó rætta vegin, stig fyri stig, við uppsetingini av teimum seks risa vindmyllunum á Gellingarkletti. Tann fyrsta vindmyllan varð liðugt uppsett mánadagin 4. apríl.
Ætlanin er byrja uppsetanina av næstu vindmylluni í dag og um viðrar er hon liðugt uppsett í vikuskiftinum. Verkætlanin fevnir um tilsamans 6 vindmyllur frá donsku fyritøkuni Vestas.
Tað er felagið Vindrøkt, sum stendur fyri hesi grønu verkætlanini, ið saman við øðrum vindmyllum kring landið skal vera við til at gera Føroyar grønari. Eigarar av Vindrøkt eru Effo og Røkt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald