Innanlands

Vindorka í Føroyum í 31 ár

Í gjár tann 15. juni var altjóða vinddagur – Global Wind Day. Síðan 1993 eru 841.479 MWt av vindorku framleiddir inn á netið hjá Sev.Tað hevur spart okkum fyri 181.000 tons av olju og 597.000 tons av Co2 útlát

2024-06-16 10:32 Author image
Jan Müller
placeholder

Fyrsta myllan hjá Sev var ein 150 kW Nordtank mylla, sum varð verksett í Neshaga í mars 1993. Hon framleiddi fram til 2021, tá hon fekk óbótaligan skaða av snarljósi. Fyri hetta vóru royndarverkætlanir við vindorku ymsa staðni í Føroyum.

Nú er vindorkuframleiðsla í Húsahaga, Flatnahaga og á Gellingarkletti uppi yvir Havnini, í Neshaga, í Porkerishaga og uppi yvir Vestmanna. Tríggir vindorkuframleiðarar eru í Føroyum, t.e. LÍV/Magn, Effo/Vindrøkt og Sev.

Harumframt tryggja battarískipanir og synkronkompensatorar, at vindorkan verður gagnnýtt betur, so at meira fæst burturúr.

Les meira um vindorkusøguna

https://www.sev.fo/um-okkum/sev-folksins-ogn/soegan


Kelda: SEV

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder