Uttanlands

Vinningurin í norska oljugrunninum minkaði við 14,1 prosentum

Avkastið frá norska oljugrunninum minkaði í fjør við 1.637 mia. kr.

Stjórin í norska oljugrunninum Nicolai Tangen

Stjórin í norska oljugrunninum Nicolai Tangen

2023-02-01 14:43 Author image
Jan Müller
placeholder

Hetta er størsta tapið hjá grunninum nakrantíð. Næststørsta tapið var í 2008, tá avkastið minkaði við 633 mia. kr. 

“2022 gjørdist eitt sera avbjóðandi ár”, sigur miðbankastjórin Ida Wolden Bache á tíðindafundi týsdagin sambært E24.

Grunnurin hevur havt eitt positivt avkast flestu árini, síðani 1998, tá hann fekk verandi bygnað. Tapið í fjør kemur eftir trý ár á rað við positivum avkasti uppá omanfyri 1000 mia. kr. um árið.

Hóast negativa avkastið vaks virðið av grunninum kortini í fjør. Orsøkin er tann, at útlendsku íløgurnar vórðu meira verdar, og at stjórnin í fjør spardi 1000 mia. kr. av sínum olju- og gassinntøkum í grunninum. Hetta hevði við sær, at virðið á grunninum við byrjan av 2023 vaks til 12.429 mia. úr 12.340 mia. kr. við byrjan av 2022. 

“Marknaðurin hevur verið merktur av kríggi í Evropa, høgari inflatión og hækkandi rentum. Hetta hevur ávirkað bæði partabrævamarknaðin og rentumarknaðin negativt um somu tíð, nakað, sum er óvanligt. Øll partabrøv tó orka undantikið høvdu eitt negativt avkast”, sigur stjórin í grunninum, Nicolai Tangen. Og tað vóru so fyrst og fremst amerikonsku partabrøvini, sum sviku í fjør. 

Sambært tølunum frá grunninum var tað amerikanska fyritøkan Amazon, sum dróg mest negativa vegin í fjør við 56 mia. kr.,  Meta (Facebook) við 52 mia. og Tesla við 47 mia. kr. Síðani koma Google (Alphabet) við minus 47 mia., Apple við 43 mia. og Microsoft við 42 mia. kr. 

Tað vóru serstakliga partabrøvini innan orkusektorin, sum góvu postivt úrslit í fjør. Íløgurnar í Exxon Mobil góvu eitt postivt avkast uppá 27 mia. kr. í fjør, meðan Chevron gav 16 mia. kr., TotalEnergies 14 mia. kr. og Shell 12 mia. kr. Eisini 2021 var eitt gott ár hjá grunninum, tá talan er um orkuíløgur. Eitt av feløgunum uttanfyri orkusektorin, sum gav stórt avkast, var danska Novo Nordisk við 15 mia. kr. 

Á tíðindafundinum gjørdi Tangen greitt, at marknaðurin í fjør varð nógv merktur av vaksandi inflatión og rentum, høgum orkuprísum og óvissu. 

“Men hvør skuldi trúð, at virðið á grunninum helt sær óbroytt í 2022”, spyr Tangen. Virðið á grunninum verður so ikki bara ávirkað av avkastinum, men eisini av krónuvirðinum og hvussu nógv stjórnin sparir í grunninum ella tekur úr grunninum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder