Uttanlands

Virðið á norska Oljugrunninum meira enn 14.500 mia. kr.

Hetta svarar til 7 mia. kr. um dagin seinastu tveir mánaðirnar

2023-04-13 23:00 Author image
Jan Müller
placeholder
Tað er ikki minst viknaða norska krónan, sum er orsøkin til virðisøkingina av grunninum seinastu vikuna skrivar E24.
 
Í byrjanini av februar var virðið á grunninum 14.000 mia. Tvs. at eftir tveir mánaðir er tað økt við 500 mia. kr. Og tað svarar til eina øking uppá nærum 7 mia. kr. hvønn dag síðani 6. februar. 

Norski Oljugrunnurin hevur sett fleiri met seinastu árini. Størsta hækkingin fór fram í 2022, tá hækkingin í grunninum var uppá 1.085 mia. kr. Orsøkin var stóru inntøkurnar frá olju- og gassvirkseminum. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder