Ukraina er til reiðar at gera eina sonevnda orkuvápnahvíld, sum hevur við sær, at Russland og Ukraina ikki leypa á orkuundirstøðukervið hjá hvørjum øðrum.
Tað sigur ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj eftir at hann týsdagin hevði fund við amerikanska forsetan, Donald Trump í New York, har ST-aðalfundur er hesa vikuna.
Trump og Zelenskyj tosaðu saman í umleið 40 minuttir, skrivar Ritzau.
M.a. tosaðu teir uml, hvussu Ukraina kann fyrireika seg til veturin, og bað Zelenskyj m.a. um fleiri Patriot-rakettir.
Ukraina hevur seinastu tíðina hert álopini á russiska orkuundirstøðukervið. Sunnudagin framdu ukrainar m.a. eitt umfatandi álop á eitt oljureinsiverk í Moskva-landslutinum.
Russiski forsetin, Vladimir Putin hevur ásannað, at ukrainsku álopini hava elvt til eitt trot á brennievni í Russlandi.
Zelenskyj hevur fleiri ferðir, síðan kríggið millum Russland og Ukraina byrjaði í februar 2022, skotið upp at, at hann og Putin hittast til beinleiðis samráðingar, og á fundinum við Trump í gjár endurtók hann, at hann er til reiðar at hava ein trípartafund við Putin og Trump.
Áðrenn fundin við Zelenskyj segði Trump, at hann heldur, at Ukraina og Russland fara at gera eina avtalu. Hann greiddi tó ikki nærri frá hesum.
Trump segði tó, at hann tosar við bæði Putin og Zelenskyj um at fáa ein enda á krígnum, og er Putin sinnaður at taka ein fund.
Fyrr í hesum mánaðinum vóru amerikonsku sendifólkini Steve Witkoff og Jared Kushner í bæði Russlandi og Ukraina, har teir tosaðu við ávikavist Putin og Zelenskyj.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald