2025-02-20 08:01

Leiti- og borivirksemið í Norðsjónum og á Atlantsmótinum millum Hetland og Føroyar hevur nærum ligið í dvala nú í eina tíð m.a. sum avleiðing av orkupolitikkinum hjá bretskum stjórnum.
Nú boðar so stóra orkufelagið BP frá, at tað undir boring á verandi oljuleiðini á riastóru Clair oljukelduni millum Føroyar og Hetland hevur rakt við olju í nógv størri nøgdum enn roknað varð við frammanundan. Talan er um sonevndar “appraisal” boringar, har borað verður rundan um verandi oljuframleiðslu fyri at kunna finna olju, ið kann økja um goymslurnar, har oljan minkar eftir áralanga framleiðslu.
Umframt BP eru eisini Shell, Chevron og Conoco Phillips partur av oljuframleiðsluni á Clair oljuleiðini, sum varð funnin í 1977 og fór undir fyrstu framleiðsluna í 2005.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2025/02/20/gallery-thumbnail/1740010359gkuwhui9oh.webp)
Risastóra oljukeldan Clair er ein tann størsta á bretska landgrunninum og eru ætlanir um at fara undir eina triðju útbygging á kelduni, sum liggur miðskeiðis millum Føroyar og Hetland. Í dag verður framleitt á leiðunum Clair Phase One og Clair Ridge. Triðja útbyggingin eitur Clair South. Sunnanfyri á kortinum liggur stóra oljukeldan Schiehallion, har BP eisini er fyristøðufelag.
Clair, sum er ein av heimsins størstu oljuleiðum, goymir 7 mia. tunnur av olju. Henda keldan er so mikið stór, at tvær stórar útbyggingar eru framdar, og nú eru ætlanir um eina triðju útbygging. BP hevur í umbúnað at bora fleiri brunnar í næstum til tess at vita, um grundarlag er fyri enn eini útbygging.
Áðrenn avgerð verður tikin um eina nýggja útbygging verður biðað eftir, hvørja støðutakan bretska stjórnin fer at taka til Rosebank útbyggingina nærhendis Føroyum. Tann avgerðin verður tikin innan eitt hálvt ár.
Útbyggingin av Rosebank, sum er tætt við føroyska markið. er í gongd, men ein rættur í Skotlandi hevur avgjørt, at Equinor skal søkja um loyvi til framleiðslu av nýggjum. Kortini kann útbyggingin halda fram til ein nýggj umsókn verður latin til myndugleikarnar. Stjórnin skal so taka støðu til hana. Sambært Equinor hevur felagið fingið at vita, at loyvið at útbyggja kelduna verður ikki tikið aftur.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2025/02/20/gallery-thumbnail/1740039432zminppxdts.webp)
Oljurisin Clair liggur miðskeiðis millum Hetland og føroyska markið. Sunnan fyri Clair finna vit Schiehallion kelduna, norðan og vestan fyri Clair finna vit tær fýra gasskeldurnar Laggan, Tormore, Edradour og Glenlivet og longur vestari heilt tætt við føroyska markið liggja keldurnar Rosebank og Cambo, ikki so langt frá Anne Marie brunninum, sum varð boraður føroysku megin markið fyri fleiri árum síðani og sum vísti seg at goyma nógv gass.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald