Uttanlands

Fyrsti kjarnorkureaktorurin til Bretlands í 30 ár

Nú um dagarnar kom fyrsti kjarnorkureaktorurin til Bretlands í 30 ár

2023-02-28 11:03 Author image
Jan Müller
placeholder

Hann kom til Hinkley C kjarnorkuverkið á einum prámi og síðani á flutningsvogni til staðið, har bygdur verður spildurnýtt kjarnorkuverk. Hetta fer frá 2028 at veita trimum mió. húsarhaldum streym. Kjarnorkuverkið fer tó at framleiða streym  í 2026.

Tann 500 tons tungi reaktorurin verður tann fyrsti at verða settur upp í Bretlandi síðani fyrst í 90-unum skrivar Mail. Hann er tann fyrri av tveimum, sum fer at veita orku til heimsins størstu turbinur. Reaktorurin kom úr Framatorne í Fraklandi til Avonmouth Docks í Bristol.

Arbeiðið uppá kjarnorkuverkið hevur verið í gongd í sjey ár og eru ikki færri enn 8500 fólk til arbeiðis. Í Bretlandi eru í dag 8 kjarnorkuverk, sum veita 13% av samlaðu elorkuni. Tað hevur annars verið stór mótstøða móti verkinum. Umhvørvisfelagsskapir hava kravt av stjórnini, at hon steðgarbyggingini vegna trygdarvandan og heldur brúka pengarnar til varandi orkuútbyggingar. 

Avtalan um bygging av Hinkley C varð undirskrivað í 2016 undir táverandi stjórnini hjá Theresa May. Fyri byggingini standa bretska EDF og almenna kinverska felagið “China General Nuclear Power Group”. EDF fíggjar tvey triðingar av verkætlanini og kinverska felagið, sum staturin eigur, restina. Samlaði kostnaðurin fyri verkið er 26 mia. pund. 

[object Object]

Hinkley verður fyrsta kjarnorkuverið, sum verður tikið í brúk í Bretlandi síðani miðskeiðis í 90-unum. 

Kjarnorka er annars komin ovarliga á breddan í fleiri londum í sambandi við grøna orkuskiftið. Fleiri lond, sum hava stóran tørv á orku, eru í ferð við at seta út í kortið eina orkuframtíð, sum m.a. byggir á kjarnorku. Kjarnorkukjakið er eisini frammaliga í Norðurlondum, har tað eru røddir frammi í bæði Danmark og Svøríki um at gera kjarnorkuna til part av framtíðar orkupolitikkinum. Í Finlandi hava tey fyri kortum tikið í brúk ein nýtt kjarnorkuverk.

[object Object]

Frakland er annars tað landið í Evropa, sum gongur á odda at brúka kjarnorku í síni orkuskipan.

Undir orðaskiftinum á løgtingi nú um dagarnar varð kjarnorka eisini tikin fram sum ein møgulig orkukelda her í framtíðini, nú tøknin er vorðin ment so mikið nógv, at kjarnorka ikki fyllur so nógv sum áður. Tað er tó neyvan hugsandi, at Føroyar fara at taka í brúk kjarnorku mongu komandi árini. Landsstýrismaðurin í vinnumálum, Høgni Hoydal gjørdi greitt, at hann var sera skeptiskur, tá talan er um kjarnorku, nú tað ikki er ein varandi orkukelda. 

[object Object]

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder