
Landið nøktar 90% av síni orkunýtslu frá innflutningi av olju. Nú skal nýggj lóggáva tryggja, at landið kann framleiða olju til egna nýtslu. Tað verður tí toført hjá øðrum londum, sum vilja banna olju og gass, at sannføra India um tað sama. Landið er sera bundið av innflutningi av orku, nakað, sum stjórnin vil hava broytt, soleiðis at tað kann framleiða orku til egna nýtslu og til tess at verja orkutrygdina eisini. Broytingarnar í orkupoltikkinum fara at fáa íleggjarar at seta pengar í bæði leiting og framleiðslu av olju og gassi.
Grein í heimsviðurkenda bretska blaðnum Finanical Times.
India er tað landið, sum eftir USA og Kina, hevur størsta útlátið og hava lond roynt at leggja trýst á India fyri at minka um oljunýtsluna til tess at minka um útlátið. Til hetta svarar indiska stjórnin, at tað eru tey ríku londini í heiminum, sum hava ábyrgdina av veðurlagsbroytingum og ikki menningarlond sum India. Lond sum India hava allan rætt til at brúka egnar goymslur av olju og gassi til at nøkta vaksandi orkutørvin og harvið eisini til at menna búskapin.
India brúkar í dag góðar 5 mió. tunnur av olju um dagin og fer um nøkur ár hava hava tørv á millum 6 og 7 mió. tunnum um dagin upplýsir indiski oljumálaráðharrin fyri Financial Times. Orsøkin til minkingina í leiting hevur verið mangulin uppá íløgur. -Hetta skal broytast og fara vit nú at “Explore to the maximum sigur umboð fyuri stjórnina. Orkuveiting er ein álvarsligur og aktuttur spurningur fyri ídnaðarligu menningina India.
Indiski og amerikanski forsetin undirskrivaðu herfyri eina avtalu um, at India skal keypa meira olju úr USA. Eisini hevur landið gjørt avtalu við Qatar um keypa LNG gass. Í løtuni er Russland størsti veitarin av olju og gassi til India. Tað er hesi viðurskifti, sum India vil hava broytt, og tí verður nú dentur lagdur á at skunda undir leiting og egna olju- og gassframleiðslu. India hevur eisini gjørt avtalu við almenna brasilska oljufelagið um at fara undir felags leiting í India.
Hetta hendir um sama mundið sum lond sum eitt nú Bretland vilja steðga nýggjari leiiting eftir olju og gass, tó at Bretland í dag innflytur 75% av olju og gassi til tess egnu orkunýtslu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald