Infrakervið við løðistøðum er víðkað við einari Alpitronic 150kW DC-skjótløðistøð umframt ein AC-løðara upp við Effo støðina í Kollfjarðardali, skrivar SEV á síni heimasíðu.
Á nýggju Alpitronic løðistøðini ber til hjá tveimum bilum at løða samstundis við DC stikki. Hesin møguleikin er ikki á gomlu skjótløðistøðunum.
Talið av elbilum í Føroyum økist støðugt, og av tí sama er eftirspurningurin á skjótløðistøðum eisini hækkaður. Fleiri av teimum nýggjaru elbilunum kunnu løða við upp í móti 100kW, og onkrir enntá meira enn tað. Við nýggju støðini er løðitíðin stytt munandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald