Uttanlands

Oljufeløg á fund við fíggjarmálaráðharra um eykaskatt

Tað er stór ónøgd millum feløgini, sum arbeiða í Norðsjónum, at bretska stjórnin fer at seta í verk ein eyka skatt uppá 25%

Sunak fíggjarmálaráðharri í Bretlandi fer í dag á fund við oljufeløgini, sum vilja hava hann at gera broytingar í nýggja oljuskattinum

Sunak fíggjarmálaráðharri í Bretlandi fer í dag á fund við oljufeløgini, sum vilja hava hann at gera broytingar í nýggja oljuskattinum

2022-06-23 12:24 Author image
Jan Müller
placeholder

Feløgini halda, at tey hava ikki verið tikin við uppá ráð, tá fíggjarmálaráðharrin smíðaði uppskot til sonevnda Windfall skattin. Tí hava tey nú biðið um ein fund við Rishi Sunak um nýggju lógina, sum tey siga fer at hava sera negativa ávirkan á bæði framtíðar olju- og gassvirksemið í Norðsjónum men eisini á grøna orkuskiftið og royndirnar hjá Bretlandi at gerast sjálvveitandi við orku.

Ráðharrin hevur avgjørt at fara til oljuhøvuðsstaðin Aberdeen og har hitta umboð fyri mongu oljufeløgini og eisini felag teirra Offshore Energies UK. Forkvinnan í hesum stóra vinnufelagnum, Deirdre Michie hevur funnist harðliga at nýggju lógini og hevur heitt á stjórnina um at hyggja at aftur lógaruppskotinum og vita, um har ikki kunnu gerast broytingar, soleiðis at olju- og gassvinnan ikki flytur til onnur lond við sínum íløgum.

Tað var í seinasta mánað, at Sunak kunnugjørdi eitt nýtt uppskot at áleggja oljufeløgunum ein eyka skatt uppá 25%, soleiðis at samlaði skatturin hjá oljufeløginum kemur uppá 60%. Kortini varð gjørt eitt undantak, soleiðis at 91% av íløgum í nýtt virksemi ikki verða skattað. Hóast hetta so kennir vinnan uppskotið sum eitt stórt afturstig. Endamálið við eyka skattinum er at gera tað lættari fyri húsarhald í Bretlandi, sum líða undir høgu orkuprísunum. Stjórnin heldur tað vera rímuligt, at oljufeløgini, sum hava havt methøgan vinnan, lata meira í skatti, sum kann gagna húsarhaldunum. 

Orkufeløgini, sum í dag skulu hitta ráðharran, siga, at nýggjur skatturin fer at skaða íløgur í grøna orkuskiftið.

Feløgini skulu gera viðmerkingar til nýggja skattauppskotið innan 28. juni. Feløgini royna at fáa stjórnina at flyta tíðarásetingina fyri skattin frá seinast í mai til 1. januar komandi ár. Feløgini vóna eisini, at ráðharrin fer at broyta tíðarskeiðið fyri skattinum, sum er til  endan av 2025. Eisini sigur uppskotið, at eyka skatturin verður avtikin, tá oljuprísurin er komin niður aftur á eitt "rímuligt" støði og hevur ljóðað, at hetta er ein prísur uppá 70 dollarar fyri tunnuna. 

Roknað verður við at størstu feløgini so sum BP, Shell og Harbour Energy fara at luttaka á fundinum.  Ráðharrin fer helst eisini at umrøða orkustøðuna í Bretlandi sum heild í kjalarvørrinum á krígnum í Ukraina, skrivar The Guardian.

Undan fundinum segði Sunak m.a.: -Tað er av avgerandi týdningi at stuðla uppundir framhaldandi íløgur hjá olju- og gassídnaðinum í Norðsjónum, og tað tekur uppskotið hædd fyri. Verkætlanir, sum miðja móti at skerja útlátið koma eisini at fáa fyrimunir.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder