Uttanlands

COP27: Lond semjast um nýggjan veðurlagsgrunn

Semja er á COP27 ráðstevnuni um at stovna ein nýggjan grunn, sum skal vera við til at veita fígging til menningarlond í eitt nú Afrika, ið eru hart rakt av náttúruvanlukkum vegna broytingar í veðurlagnum

2022-11-19 15:33 Author image
Jan Müller
placeholder

Hetta er bæði til at gjalda fyri teir skaðar, sum eru hendir men eisini til tess at hjálpa fátækari londunum at vera partur av grøna orkuskiftinum. Flest øll heimsins lond hava verið samlað í Egyptalandi seinstu vikurnar og hevur eitt av høvuðsevnunum á fundinum verið nettupp, hvussu nógv tey ríkaru londini skulu rinda í ein sokallaðan veðurlags vanlukkugrunn.

Tað hevur verið sera torført at sannføra øll tey ríkaru londini í heiminum um, at tey skulu rinda í umrødda grunn. Seinnapartin í dag var tó semja gjørd millum fleiri lond um at stovna ein grunn til tess at stuðla menningarlondunum. 

Hóast nýggjastu semjuna í yvirtíðini á ráðstevnuni, so verður ikki mett, at nóg nógv er komið burtur úr hesar dagarnar. Eitt nú er eingin trygd fyri at røkka málinum frá Parísfundinum í 2015 og frá seinaastu COP ráðstevnuni í Skotlandi í fjør um at halda hitan undir 1,5 stig.

[object Object]

Í evstu løtu verður roynt at “bjarga” toppfundinum við at gera lyfti til veruleika. Enn verður arbeitt uppá at gera eina endaliga niðurstøðu frá ráðstevnuni. ES hevur hótt við at rýma frá ráðstevnuni, um tað ikki verða gjørd framstig í sambandi við 1,5 stig veðurlagssmálið.

Fleiri lond millum teirra lond hvørs búskapir vaksa hava ikki hug til at steðga vøkstrinum og  ynskja tí heldur ikki at leggja forðingar og avmarkingar í sambandi við útlát, um hesar eru við til at steðga búskaparvøkstrinum.  

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder