Innanlands

-Mugu brynja okkum at standa ímóti veðurlagsbroytingum

-Vit mugu fyrireika okkum til hækkandi sjóvarmála og meiri gloprarregn, so vit kunnu brynja okkara samfelag at gerast meiri mótstøðuført til at standa ímóti framtíðar veðurlagsbroytingum.

2026-04-26 16:30 Author image
Jan Müller
placeholder

Segði Eyðdis Hartman Niclasen, landsstýriskvinna í orkumálum m.a., tá hon setti árliga Veðurlagsdagin í Kongshøll í Havn fríggjadagin. 

Hetta er triðja árið á rað at skipað verður fyri einum almennum Veðurlagsdegi í einum tvørfakligum samstarvi millum almennar stovnar, og hvør veðurlagsdagur hevur sítt høvuðsevni ella tema. Í ár var høvuðsevnið “ávirkan” av veðurlagsbroytingum.

[object Object]

Landsstýriskvinnan vísti í, at veðurlagsbroytingar eru ikki longur nakað, vit bara lesa um í altjóða frágreiðingum ella hoyra um í miðlunum, sum nakað, ið gongur fyri seg langt burturi í heimi. Tað er nakað, vit síggja, merkja og kunnu máta her hjá okkum og helt fram: 

"Tí hevur tað eisini týdning, at vit samlast í einum føroyskum høpi at savna okkara vitan, at lýsa ávirkanina og avleiðingarnar, og ikki minst, hvørjar avbjóðingar eru og fara at koma, so vit í tøkum tíma kunnu menna loysnir, sum kunnu tillaga okkara samfelag til at gerast mótstøðuført móti ávirkanum frá veðurlagsbroytingum í komandi tíðum.

Vit vita, at veðurlagsbroytingar eru ein alheims avbjóðing. Vit vita, at ábyrgdin er felags – og vit vita, at vit eru óloysiligur partur av loysnunum.

Hetta er so, hóast Føroyar eru eitt lítið samfelag, tí vit eru ikki uttan ávirkan og tí eru vit heldur ikki uttan ábyrgd.

Seinastu árini hava vit sæð ábendingar um eina meira jaliga gongd í útlátinum. Tað tykist sum, at vøksturin er steðgaður, og at vit í ávísan mun hava megnað at venda gongdini.

Men – og hetta er týdningarmikið at undirstrika – tølini sveiggja, og myndin er ikki einføld. Vit eru ikki komin á mál enn. Langt frá.

Vit mugu tí halda fram við at gera átøk, sum minka okkara útlát av vakstrarhúsgassi.

Vit mugu politiskt stimbra grøna orkuskiftið, og vit mugu tryggja kappingarføri í vinnuni við at økja okkara sjálvbjargni áorkuøkinum við at framleiða nógv meira orku úr varandi orkukeldum, tað verið seg vatni, vindi, sól, sjóvarfalli ella øðrum.

Vit mugu rætt og slætt gerast minni tengd at olju og sveiggjandi oljuprísum.

Vit mugu á besta og skynsamasta hátt syrgja fyri, at øll hava møguleika at at vera við í grøna orkuskiftinum.

Hesin árligi Veðurlagsdagurin er eitt gott og týdningarmikið alment tiltak.

Ikki bara tí, at talan er um eitt tvørfakligt samstarv, sum savnar nógva vitan, ið granskarar, undirvísarar, fulltrúar, umsitarar og onnur hava innan veðurlagsøkið, men tí henda vitan verður miðlað og gjørd skillig og atkomulig fyri okkum øll, lærd sum leikfólk.

Her fáa vit eitt felags grundarlag at byggja á. Tað ger tað lættari hjá bæði fakfólki og teimum, sum taka avgerðir at taka støði í veruleikanum – og ikki í gitingum.

Ein av teimum mest ítøkiligu avbjóðingunum, vit standa yvirfyri, er hækkandi vatnstøða í heimshøvunum.

Mátingar vísa, at sjóvarmálin hjá okkum longu er hækkaður umleið 10 cm seinastu 30 árini. Og fram ímóti ár 2100 má roknast við, at hann hækkar millum 38 og 68 cm afturat.

Tað er í versta føri ein heilan metur uppá 100 ár. Tað er øgiliga nógv og hevur stórar avleiðingar. Ikki bara fyri náttúruna – men eisini fyri okkara búsetingar, okkara infrakervi og okkara búskap.

Tí er tað týdningarmikið, at vit arbeiða proaktivt og tillaga okkara samfelag til ávirkanina frá veðurlagsbroytingum innan øll øki í samfelagnum.

Tilmælini, sum verða løgd fram í dag, um m.a. bygging og hækkandi vatnstøðu, eru eitt gott dømi um, hvussu vit kunnu brúka vitan til í tøkum tíma at gera neyðugar tillagingar, sum framtíðartrygga okkara samfelagsmenning á ein kostnaðareffektivan hátt.

Samgongan hevur sett sær fyri at orða ein greiðan og realistiskan veðurlagspolitikk, sum byggir víðari á galdandi orku- og veðurlagspolitikk. Og sum við ítøkiligum átøkum vísir leiðina til, hvussu vit alsamt kunnu røkka settum málum.

Vit hava tørv á fleiri ítøkiligum átøkum innan fleiri geirar í samfelagnum. Vit hava tørv á regluligari dagføring. Og vit hava tørv á nýhugsan og kapping innan grønar orkuloysnir og orkuskifti.

Tí hetta snýr seg ikki bara um at minka útlát. Tað snýr seg eisini um at menna nýggjar loysnir og skapa nýggjar møguleikar.

Ein týðandi boðskapur frá undanfarnum Veðurlagsdøgum er, at tað er ikki nóg mikið, at fakfólk vita. Fólkið skal skilja støðuna, og

hvat vit kunnu gera heima í Føroyum, og hví tað gevur góða meining.

Vit mugu duga betur at greiða frá, hvat er upp á spæl. Tí uttan breiða undirtøku í samfelagnum, verður virknaðurin av veðurlagspolitikkinum og samtyktu átøkunum ikki nóg sterkur."

At enda takkaði landsstýriskvinnan teimum, sum latið okkum so týðandi vitan um veðurlagsbroytingar og gjørt sítt til, at  Veðurlagsdagurin er vorðin eitt fast afturvendandi tiltak og er vorðið eitt stað, har vit steðga á, og á ein skilligan hátt fáa serverað ta serfrøðingavitan, sum føroyskir stovnar hava brúkt ár um at byggja upp. Vitan, sum í ár setur fokus á, hvussu vit kunnu  fyrireika okkum til hækkandi sjóvarmála og meiri gloprarregn, so vit kunnu brynja okkara samfelag at gerast meiri mótstøðuført til at standa ímóti framtíðar veðurlagsbroytingum.






Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder