2023-01-04 17:47
Henda stóra gassleiðin framleiðir longu eina munandi nøgd av tí gassi, sum verður brúkt í Evropa. Nýggja íløgan skal m.a. brúkast til at reka framleiðsluna við streymi heldur enn gass. Hetta av umhvørvisávum.
Henda nýggjasta útbyggingarætlanin av norsku gassframleiðsluni kemur eftir, at orkufeløg í Norra í fjør hava lagt inn til myndugleikarnar fleiri aðrar útbyggingarætlanir fyri hundraðtals mia. kr.
Henda nýggjasta útbyggingarætlanin av norsku gassframleiðsluni kemur eftir, at orkufeløg í Norra í fjør hava lagt inn til myndugleikarnar fleiri aðrar útbyggingarætlanir fyri hundraðtals mia. kr.
Útbyggingin av Snøhvit leiðini skal koma endaliga í gildi í 2028. Norski orkuráðharrin Terji Aasland fegnast um avgerðina hjá Equinor. Við hesum fer framleiðslan frá Snøhvit at halda fram til 2050.
Gassið frá Snøhvit leiðini fer gjøgnum kaðal til lands á oynni Melkøya nærhendis Hammerfest í Norðurnorra, har tað verður umgjørt til flótandi gass, LNG og higani flutt til onnur lond, her serstakliga ES, sum hevur stóran tørv á gassi vegna russisku innrásina í Ukraina.
Við ætlanini at brúka streym í framleiðsluni fer Equinor at minka munandi um CO2 útlátið. Mett verður at Equinor við hesi útbygging kann minka um útlátið í Norra við 2%. Haraftrat kann Evropa rokna við einum støðugum og tryggum veitingum.
Elektrifiseringin hevur við sær null útlát frá framleiðsluni. Snøhvit stendur í dag fyri umleið 5% av samlaðu norsku gassframleiðsluni. Í sambandi við útbyggingina verður neyðugt við kilometrum av nýggjum neti til streymflutningin. Hetta hevur møtt mótvilja í økjum við nógvum djóralívi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald