Uttanlands

-Norra skal menna leiting og framleiðslu av olju og gassi

-Tað er gott fyri Norra og fyri Evropa segði norski forsætisráðharrin á ráðstevnu í Oslo nú um dagarnar. 

2026-03-17 19:52 Author image
Jan Müller
placeholder

Jan Müller, Oslo. 

Allir teir stóru flokkarnir í norska Stórtinginum vórðu umboðaðir á árligu ráðstevnuni hjá norskari orkuvinnu í Oslo í farnu viku - við forsætisráðharranum og orkuráðharranum á odda. Semja var um, at Norra skal halda fram við at leita eftir olju og gassi og framleiða hesi bæði til at halda norska búskapinum koyrandi men eisini til at veita Evropa orku í sera truplum tíðum við kríggjum og manglandi orku. 

Norra er longu ein av høvuðsveitarunum av olju og gassi til evropeiska meginlandið og ætlar framhaldandi at vera tað. Hetta setir stór krøv til bæði politisku skipanina í Norra og ikki minst til vinnuna. Staðfestast kann, at norska olju- og gassframleiðslan gongur niður á bakka, sohvørt sum goymslurnar tømast og stór fund gerast færri og færri. 

Hóast grøna orkuskiftið bankar uppá, so er greitt, at tað verður neyðugt við olju og gassi í orkuskipanini í tíggjutals ár aftrat gjørdu øll forfólkini í flokkunum vart við. Vit skulu minka um útlátið og vit skulu menna grøna orkuskiftið, men tað má ikki hava við sær, at olju- og gassleiting og framleiðsla steðgar upp. Geopolitiska støðan í heiminum og ikki minst í Evropa, sum ikki longur kann dúva uppá russiska olju og gass, setir stór krøv til júst olju og gass úr m.a. Norra sum ein týðandi part av framtíðar orkusamansetingini. 

Tað var ein sera avgjørdur forsætisráðharrri, Jonas Gahr Støre, sum greiddi teimum  meira enn 500 luttakarunum á ráðstevnuni í Oslo í farnu viku frá orkustøðuni í heiminum og her ikki minst í Evropa. Hann helt fyri, at vit mugu gevast at tosa um at “afvikle” olju og gass men heldur tosa um at útvikla, menna olju og gass. 

Hann segði, at Norra varð tilreiðar at taka ábyrgdina av at framleiða orku til Evropa og mælti tí til, at vinnan saman við myndugleikunum settu út í kortið eina kós, sum ber í sær størri framleiðslu av olju og gassi. 

Útreiðslurnar í oljuvinnunu mugu minkast

-Hetta er tó eingin sjálvsøgd ætlan, tí olja og gass hevur longu verið troytt í undirgrundini í meira enn 50 ár. Men tað ræður nú um at leita og finna nýggjar olju- og gassleiðir og menna hesar skjótast til ber, nú fleiri av verandi goymslum eru við at tømast. 

Tíðin frá tí at eitt fund verður gjørt, til framleiðslan kann fara í gongd, má styttast helt hann fram. Tað kundu vinnufeløgini á ráðstevnuni taka undir við,  og eitt boð frá norska oljufelagnum DNO var, at tíðin frá einum fundi til framleiðslu kann styttast niður til 3 ár.

Eisini er umráðandi fyri at kunna halda fram við olju- og gassvinnuni at minka um útreiðslurnar í sambandi við stórar útbyggingar.  

Ein partur av orðskiftinum snúði seg um Barentshavið og tilfeingið, sum eftir øllum at døma finst har. Hóast mótstøða frá eitt nú umhvørvisfelagsskapum, so er kortini stórur meiriluti fyri at økja um leitingina, soleiðis at olja og gass í Barentshavinum kann koma ístaðin fyri minkandi goymslurnar í Norðsjónum. 

Nettupp minkandi framleiðslan, sum roknað verður við komandi árini, var eitt av høvuðsmálunum á ráðstevnuni, og fyri at venda hesi gongdini ynskir politiska skipanin at gera nógv fyri at víðka leitingina og eisini útbygging av olju- og gassleiðum. 

Hóast ráðstevnan fyri stóran part snúði seg um framtíðar olju- og gassframleiðsluna, so vóru eisini røddir frammi um, at framtíðar tørvurin á orku, eigur at verða nøktaður bæði frá verandi og komandi framleiðslu av olju og gassi. Forsætisráðharrin legði dent á komandi elframleiðsluni frá havvindmyllum eins og fangan og goymslu av CO2 gassum. 

[object Object]

Mugu ikki endurtaka skeivu gongdina í Bretlandi

Millum mongu málini á ráðstevnuni var eisini støðan í Norðsjónum, har Norra og Bretland hava hvør sín politikk á orkuøkinum. Meðan Norra vil gera nógv fyri at varðveita og menna olju- og gassframleiðsluna, so hevur hitt stóra Norðsjóvarlandið, Bretland valt eina aðra kós við m.a. at  banna leiting og leggja forðingar fyri útbygging av funnum leiðum. 

Hetta var so nakað, sum forkvinnan í Offshore Norge, Hildegunn Blindheim varpaði ljós á, tá hon var á røðarapallinum. Hon var sera avgjørd og  ávaraði politikararnar um, at støðan í Bretlandi mátti ikki endurtaka seg í Norra.

-Vit síggja longu avleiðingarnar av miseydnaða olju- og gasspolitikkinum í Bretlandi, sum skapar stórt arbeiðsloysi og skaðar á búskapin. Olja og gass fevna í dag um 3/4 av samlaða orkutørvinum í Bretlandi. Kortini síggja vit, at bretska stjórnin broytir karmarnar hjá vinnuni at virka undir, sum hevur stórar avleiðingar fyri virksemi á bretska landgrunninum.

-Eg vil tí heita á flokkarnar um at velja eina aðra orkuframtíð enn hana, sum bretar hava valt. Tað snýr seg um at leggja út fleiri øki til oljuleiting  eins og varðveita støðufesti í treytunum, um somu tíð sum vit byggja út havvindorku, CO2 fangan og goymslu og eisini byrja aftur arbeiði við mineralum á havbotninum. 

Forkvinnan í Offshore Norge metti, at 1000 arbeiðspláss á bretska landgrunninum verða mist hvønn mánað fram til 2030. Hetta hevur avleiðingar fyri familjur, lokalsamfeløg og veitingarvinnuna. Slík gongd minkar um íløguhugin og hevur negativar avleiðingar fyri alla olju og gassvinnuna sum heild.

Hon viðgekk, at menningin av varandi orku er stór í Bretlandi  men tó ikki nóg mikið til at koma ístaðin fyri olju og gass. Forkvinnan helt fyri, at støðan í Norra var heilt øðrvísi enn hon í Bretlandi  m.a. vegna meira støðugu umstøðunum. Hon heitti á politikararnar um ikki at gera somu mistøk sum tey, ið eru við til at taka lívið av bretskari olju- og gassvinnu. 

Forfólkini í øllum teimum stóru flokkunum í norska Stórtinginum vórðu umboðað á ráðstevnuni. Tey tóku øll undir við, at Norra leggur enn størri dent á at menna olju- og gassvinnuna. 

[object Object]Forkvinnan í Framburðsflokkinum vil leggja alla herðslu á at menna olju- og gassvinnuna í Norra. 

[object Object]

[object Object]

Myndir Jan Müller



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder