2024-07-09 22:01
Á middegi í dag setti norski oljugrunnurin nýtt met. Tá vóru 18.000 milliardir norskar kr. í grunninum. Hetta skrivar E24.
Til samanberingar var Oljugrunnurin í mars verdur 17.000 mia. kr. Fremsta orsøkin til vøksturin er gongdin á partaelagsmarknaðinum og á rentuøkinum. Eisini medvirkar ein veik króna til, at virðið er vaksið. Oljugrunnurin hevur nógvar pengar á amerikanska partafelagsmarknaðinum, sum er á metstøði.
Í 213 varð virðið á Oljugrunninum 5000 mia. kr. Í 2019 var tað 10.000 mia. kr. og í 2023 varð tað 15.000 mia. kr. Taka vit 2023 einsamalt vaks virðið á grunninum við 3.300 mia. kr.
Norski oljugrunnurin hevur alstóran týdning fyri norska búskapin og fíggjarlógina. Hvørt ár kann stjórnin seta 3% av vinninginum á fíggjarlógina og við einum virði uppá 18.000 mia. kunnu 540 mia. kr. setast á komandi fíggjarlógina til tess at reka norska samfelagið við.
Við undantaki av 2002 og 2018 hevur Oljugrunnurin økt um sítt virði. Leiðslan í grunninum hevur tó alla tíðina ávarað um ikki at hækka veitinginga frá grunninum til nýtsluna av samfelagnum ov nógv. Víst verður á, at virðið kann eisini minka nógv í eini krepputíð.
Stjórin í Oljugrunninum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald