Uttanlands

Norski oljugrunnurin metstórt avkast 

Grunnurin hevði eitt avkast uppá 1,753 mia. norskar kr. fyrra hálvár.

2026-08-12 16:53 Author image
Jan Müller
placeholder

Norski oljugrunnurin legði fram roknskapartølini fyri fyrra hálvár í morgun. Tey vístu hægsta avkastið nakrantíð í eitt hálvt ár uppá 9,4%. Tað vóru fyrst og fremst sera sterku partabrævamarknaðirnir, sum  vóru við til at geva Oljugrunninum  hægsta avkastið nakrantíð í einum hálvári, mált í krónum.

Virðið á grunninum vaks til 22.683 milliardir krónur, millum annað orsakað av vøkstri í partabrøvum innan samskifti, tøknifrøði og orku. Fyritøkur innan varandi brúkaravørur góvu ringasta avkastið, upplýsir grunnurin.

Sum nakað nýtt eigur grunnurin nú eisini  SpaceX-partabrøv fyri meira enn 12 milliardir krónur eftir skrásetingina fyrr í summar.

-Úrslitið er merkt av góðum avkasti á partabrævamarknaðinum, serliga frá asiatiskum tøknifyritøkum, sigur Nicolai Tangen, leiðari í Oljugrunninum, í eini fráboðan. Tað er "Norges Bank Investment Management" (NBIM), sum umsitur grunnin.

[object Object]Nicolai Tangen, leiðari í Oljugrunninum

Við endan  av fyrsta ársfjórðingi í ár var virðið lækkað til 19.998 milliardir kr., eftir at kríggið millum Iran og Ísrael hevði við sær afturgongd á børsunum.

Við ársbyrjan var virðið á grunninum 21.268 milliardir kr.

Partabrøv stóðu seg best

So stórt var avkastið á ymisku ognunum hjá grunninum fyrra hálvár:

  • Partabrøv: 13 prosent
  • Lánsbrøv: 0,9 prosent
  • Óskrásettar fastognir: 3 prosent
  • Óskrásett undirstøðukervi til varandi orku: minus 0,2 prosent

Ávirkast av norsku krónuni

Virðið á grunninum verður ikki bara ávirkað av avkastinum, men eisini av gjaldoyramarknaðinum.

Norska krónan styrktist móti fleiri stórum gjaldoyrum fyrra hálvár. Hetta hevði í sær sjálvum við sær, at virðið á grunninum minkaði við 427 milliardum krónum í hálvárinum, upplýsir grunnurin.

Ein annar táttur, sum ávirkar virðið, er, um staturin hevur avlop av olju- og gassinntøkum, sum verða fluttar í grunnin. Í øðrum ársfjórðingi flutti stjórnin 89 milliardir krónur í grunnin.

Soleiðis vóru ognirnar hjá grunninum býttar við endan av juni:

  • Partabrøv: 72,1 prosent
  • Lánsbrøv: 25,8 prosent
  • Óskrásettar fastognir: 1,6 prosent
  • Óskrásett undirstøðukervi til varandi orku: 0,5 prosent

Eigur SpaceX-partabrøv fyri 12 mia. kr.

Týskvøldið legði Oljugrunnurin fram yvirlit síni yvir ognirnar. Tey vístu millum annað, at Nvidia framvegis var størsta partabrævaeigarin hjá grunninum, fylgt av Apple.

Leita í ognunum

Í talvuni niðanfyri sæst, hvussu nógv partabrøv Oljugrunninum eigur í teimum ymisku fyritøkunum, sum grunnurin hevur sett pengar í, eisini býtt á hvønn norðmann.

Í mesta lagi trý prosent av virðinum á grunninum verða nýtt á hvørjum ári umvegis norsku fíggjarlógina.

Í hesum árinum skulu 579 milliardir kr. av oljupengum nýtast umvegis fíggjarlógina. Tað svarar til 103.000 krónur fyri hvønn íbúgva ella meira enn 400.000 krónur fyri eina familju við fýra fólkum.

Kelda: Oljugrunnurin og E24

 

Oljefondets eierskap i globale aksjer


[object Object]



[object Object]


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder